Fremstu konservativu miðlarnir og profilarnir hava fingið nokk. Sagt verður at "USA er nú í parti við Russlandi."
Fyri tíggju døgum síðani, tann 9. oktober, gjørdu Donald Trump og Vladimir Putin eina avtalu um, at Russland skuldi lata USA milliónir av tonsum av diesel. Ukraina heldur avtaluna vera eina beinleiðis amerikanska íløgu í krígsbúskapin í Russlandi.
Tíðindamaðurin í Hvítu Húsunum hjá New York Times, Peter Baker, tekur soleiðis samanum: sí her
Stóra broytingin hjá Donald Trump í Russland- og Ukraina-politikkinum hevur skakað Evropa og Ukraina seinastu vikuna ella so.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



