Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BETRI BANKI: Hálvársroknskapurin fyri 2020 hjá Betri Banka vísir eitt úrslit á 7,3 mió. kr. eftir skatt. Hetta er ikki eins gott og upprunaliga væntað. Ein av orsøkunum er, at bankin hevur sett 30 mió. kr. av til tap, sum kunnu væntast í framhaldi av koronafarsóttini. Eisini ávirkaði farsóttin gongdina á virðisbrævamarknaðunum soleiðis, at bankin fyrra hálvár hevði eitt kurstap á 15,9 mió. kr.

Bankin fegnast um, at tað bar til at hjálpa kundum ígjøgnum eitt trupult hálvár, har munandi fleiri skáar og loyvd trot vóru veitt í mun til vanligt.

-  Alt samfelagið er ávirkað av koronufarsóttini, og vit eru einki undantak. Men vit reka eina trygga og sunna fyritøku, og vit eru bjartskygd um seinna hálvár, har vit vænta eina framgongd í mun til upprunaligu metingarnar, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Hjólini í samfelagnum mala
Hóast koronasmittan hevur skapt óvissu kring allan heim, kann staðfestast, at føroyskar vinnufyritøkur og føroyskir privatkundar sum heild hava tað gott í løtuni.

Alt samfelagið hevur givið sítt íkast at sleppa so væl burtur úr koronakreppuni sum gjørligt. Í hesum sambandi gleðist bankin um, at móðurfelagið Betri P/F valdi at lata 10 mió. kr. til Sjúkrahúsverk Føroya, tá koronafarsóttin herjaði fyri fyrstu ferð í mars.

Enn er gongd í bústaðarmarknaðinum, og eftirspurningurin eftir fígging er framvegis stórur. 

Tey seinastu mongu árini er rentustøðið lækkað, og tað er bíligari hjá kundum at læna pening. 1. apríl í ár lækkaði útlánsrentan hjá Betri Banka til sethús úr 2,95% niður í 2,75%. Hetta gevur betri sømdir til kundarnar.

- Vit vilja gera okkara fyri, at koronafarsóttin ikki fær fastatøkur á føroyska búskapinum. Í løtuni sær tað bjartskygt út, men vit eru til reiðar at geva okkara kundum eina hond, um tørvur verður á tí, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Hálvárið í stuttum

- Hálvársúrslitið: 7,3 mió. kr.
- Úrslitið áðrenn skatt: 8,9 mió. kr.
- Fíggjarstøðan javnvigar við 9,8 mia. kr.
- Útlán: 6.311 mió. kr.
- Innlán: 7.814 mió. kr.
- Eginpeningur: 1,7 mia. kr.
- Solvensurin við hálvárið er 27,8%

Roknskapurin kann lesast: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo