Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á spurning nummar 52-065/2023, skrivligur spurningur eftir § 52a frá Jóhannisi Joensen til Høgna Hoydal viðvíkjandi príseftirliti

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær verður príseftirlitið skipað?
2. Fer príseftirlitið at hava eftirlit við prísunum á øllum økjum um alt landið?
3. Verður eftirlit við, at mvg-frítøkur fáa tann virknað, sum ætlað? Her verður hugsað um frítøku á fleiri økjum, bæði innan gerandisvørur, grønar orkusparingar og elbilar.

Svar
Spurningur nr. 1

So títt og knapt tá og um Løgtingið hevur tikið undir við og avgreitt málið, ið varð lagt fram 18. desember 2023.

Talan er um Løgtingsmál nr. 057/2023 um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping (Eftirlit við prísi við marknaðargreining og nágreining av prosessparti). Nýggju heimildarnar at hava eftirlit við prísi eru skotnar upp at fáa gildi, dagin eftir, at lógin er lýst.

Spurningur nr. 2
Ja. Í uppskotinum verður lagt upp til, at Kappingareftirlitið fremur eftirlit við prísi við tí endamáli at skapa virkna kapping. Virkisøkið hjá Kappingareftirlitinum er ásett í § 2 í kappingarlógini og fevnir við ávísum undantøkum um øll sløg av vinnuvirksemi og almennum stuðli til vinnuvirksemi og um alt landið.

Spurningur nr. 3
Eingin ivi er um, at príshækkingarnar (og rentuhækkingar) seinastu árini eru sera tyngjandi fyri gerandisdagin hjá føroysku húsarhaldunum og ikki minst hjá lág- og miðalinntøkum.

Síðani kappingarlógin av fyrstani tíð kom í gildi í Føroyum, hevur eftirlit við prísum verið bygt á grundreglurnar í lógini um at tryggja og hava eftirlit við kapping eftir marknaðartreytum – tað er við grundarlagi í útboði og eftirspurningi, og at marknaðarstøður ikki verða misnýttar, ella prísir og vinningur avtalað.

Við uppskotinum, sum er lagt fram í Løgtinginum, er ætlanin at veita Kappingareftirlitinum fleiri heimildir og víðka um virkisøkið í kappingarlógini til tess at hava betri eftirlit við prísi og betri amboð at skapa virkna kapping.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 10. januar 2024
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo