Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Banki boðar í børsfráboðan í morgun frá, at hann nú eigur minni enn 5% av føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum.

Betri seldi í gjár 26.004 partabrøv, og eigur eftir tað 180.626 partabrøv ella 4,88 prosent av felagnum.

Betri, ella Eik sum bankin tá æt, var ein av stóru eigarunum í Atlantic Petroleum tann tíð tað var men seldi í mai í fjør ein stóran part.

Kursurin á partabrævinum hjá Atlantic Petroleum hevur seinastu dagarnar, eftir øllum at døma uttan nakra orsøk, gjørt eitt ordans lop frá einum prísi sum lá um fýra krónur fyri partabrævið til at kosta 26 krónur tá tað kostaði mest í gjár. Partabrævið er nú fallið nakað í virði og kostar í skrivandi løtu góðar 19 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo