Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta pening, so ein skilaveggur, ið til ber at flyta, kann setast upp í Høllini á Hálsi.

Høllini á Hálsi er ein stór dupult-høll. Men í dag ber ikki til at skilja høllina sundur við t.d. einum fyribilsveggi, men bara við neti. Hetta ger, at tiltøk kunnu órógva hvørt annað, t.d. tá ymiskar ítróttagreinar ella dystir eru í høllini í senn.

Leingi hevur verið tosað um at finna eina loysn við einum skilaveggi/dúki, so høllin kann skipast betur til verandi virksemi.

Arbeitt hevur verið við einari verkætlan at gera ein skilavegg/dúk miðskeiðis í høllini. Dúkurin verður settur fastur í sperrurnar og kann eftir tørvi verða uppi ella niðri.

Eisini skulu nýggj skiftingarrúm gerast í høllini.

Tórshavnar býráð játtaði á býráðsfundi í kvøld pening til endamálið. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo