At tey standa í andgletti ger, at trøini festa djúpar og sterkar røtur
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At tey standa í andgletti ger, at trøini festa djúpar og sterkar røtur
- Dolly Parton
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Farið verður nú undir at bøta um umstøðurnar á demensdeildunum á Lágargarði. Tað var í desember í fjør, at býráðið játtaði 2. mió. av meirinntøkunum í 2024 til tillagingar á Lágargarði. 

Av hesum fóru 1,2 mió til køk, og restin skuldi nýtast til demensvinarlig átøk á Lágargarði. Í samráð við leiðsluna á Lágargarði hevur bygningsdeildin avgjørt, at peningurin er best nýttur til at betra um akustisku- og ljósviðurskiftini á deildunum. 

Tí samtykti eitt einmælt býráð á býráðsfundinum 22. oktober, at játta 1 mió til at betra um akustikk og ljósviðurskifti á demensdeildini.

Góðar royndir eru av at leggja mineralulls-plátur á raftir undir verandi loft.  Samstundis verða nýggj loftsljós við døgnrytmustýring monterað á nýggja loftinum. 

Mett verður at kostnaðurin av nýggjum loftum og ljósum verður 1,2 mió. Írestandi upphæddin á áleið 0.2 mió. kr verður fíggjað av rakstrarkontu til umsiting og røkt av bygningum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #