Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Seinastu tíðina hevur Tórshavnar kommuna skift gomlu vatnrørini á Vípuvegi út við nýggj rør úr plasti. 

Við hesum er øll vatnleiðingin á Kommansmýru dagførd. Hetta gevur íbúgvunum í grannalagnum eina nógv betri vatnveiting við betri góðsku.

Tórshavnar kommuna er farin undir miðvíst at endurnýggja vatnleiðingarnar, har sum avbjóðingin við vánaligum rørum er størst. Her var Kommansmýra eitt av støðunum, har støðan var verst.

Tað eru skrásettir umleið 320 kilometrar av vatnleiðingum í kommununi. Her av eru umleið 6 km av rørum av eini góðsku, ið Vatnverkið metir sum ringa ella sera ringa. Tí hevur kommunan raðfest at endurnýggja hesar leiðingar.

Hetta er eitt sera krevjandi arbeiði, ið kann órógva ferðsluna, tí vegir og gongubreytir skulu gravast upp.

Arbeiðið tekur eisini nógva tíð og er kostnaðarmikið.

Men í Tórshavnar kommunu meta vit, at hetta er neyðugt fyri at tryggja vatngóðskuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #