Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vandin fyri fleiri skriðu- og áarlopum er ikki av enn, tí veðurforsøgnin sigur regn út kvøldið og náttina.

Mælt verður tí til, at fólk, sum búgva á ovastu vegunum í Klaksvík, Norðoyri og Ánunum, og onnur, sum búgva ábært fyri, ikki fara aftur til hús í kvøld.

Frá kl. 17 verður KFUM & K nýtt sum móttøkustað til tey, sum ikki hava annað stað at fara til í løtuni.  

Um tørvur er á gisting í nátt, verða borgarar bidnir um at seta seg í samband við Miðlan, tel. 41 00 00.  

Telefonnummarið hjá Miðlan svarar alt døgnið, soleiðis at borgarar, sum ikki sleppa frá húsum og hava tørv á hjálp frá sløkkiliðnum, kunnu boða frá.

Er tørvur kreppuhjálp, verður fólk eisini biðin um at ringja til Miðlan.

Onnur bráðfeingis boð skulu beinast til Politiið á tel. 112.

Klaksvíkar kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo