

Joe Biden sigur seg fara at nýta sýtingarrættin móti einum møguligum fosturtøkuforboði um republikanararnir fáa meiriluta í Kongressini á miðvalinum í novembur. Tað segði Biden í eini samrøðu við sjónvarpsrásina MSNBC í gjár.
Biden ber ótta fyri at republikanararnir fara at samtýkkja eitt nasjonalt forboð móti fosturtøku. Fosturtøka er eitt mál har Biden vónar at mobilisera demokratiskar veljarar á valinum so demokratarnir ikki missa meirilutan bæði í Kongressini og Senatinum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo