Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá býráðsfundurin byrjaði seinnapartin boðaði Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð, frá at hann tekur seg úr minnilutasamstarvinum við Tjóðveldi og Framsókn í býráðnum.

Birigr las sjálvur skrivið upp, sum var soljóðandi:

- Hervið skal eg boða frá, at Fólkaflokkurin og undirritaði býráðslimur í dag tekur seg úr minnilutasamstarvinum við Tjóðveldi og Framsókn í Tórshavnar Býráð. Hereftir verður Fólkaflokkurin og undirritaði ein sjálvstøðugur partur í býráðnum og komi eg at taka støðu frá máli til mál.

- Orsøkin til hesa broyting skal síggjast í, at eg sum býráðslimur higartil havi stuðlað flest øllum málum hjá sitandi meiriluta, sum somuleiðis í stóran mun hava verið somu mál sum eg og Fólkaflokkurin fóru uppá val uppá og harvið ynsktu at stuðlla.

- Hinvegin má eg ásanna, at eg í nógvum málum ikki havi tikið undir við uppskotum frá pørtum av minnilutanum, av tí at eg ikki síggi Fólkaflokkin og borgarligan politikk aftur í nógvum av hesum málum hjá pørtum av minnilutanum.

- Eg má eisini staðfesta, at Fólkaflokkurin í veruleikanum hevur mist annan býráðslimin til Tjóðveldi, tá Annika Olsen valdi at varðveita býráðssessin, hóast hon varð vald av Fólkaflokkinum til síðsta býráðsval.

- Tað er ongin loyna, at vit í Havnar Framburðsfelag, har eg eri formaður, heldur høvdu ynskt, at næstvaldi á fólkaflokkslistanum natúrliga fekk hendan sessin. Men eg skal takka Anniku Olsen fyri tíðina sum limur í Havnar Framburðsfelag og ynskja henni alt tað besta framyvir.

- Hetta tilsamans er grundgevingin fyri, at Fólkaflokkurin og eg taka okkum úr minnilutanum í dag og framyvir verða ein sjálvstøðugur partur í Tórshavnar Býráð.

- Eg skal nýta høvið at takka fyri samstarvið við minnilutan og eg síggi fram til eitt framhaldandi gott samstarv við allar býráðslimir, segði Birgir Nielsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo