Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Birna Mikkelsen saman við manni og børnum undir Mýruhjalla á Skála - Mynd: Hans Erik Danielsen

Birna Mikkelsen saman við manni og børnum undir Mýruhjalla á Skála - Mynd: Hans Erik Danielsen

Birna Mikkelsen saman við manni og børnum undir Mýruhjalla á Skála - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Týskvøldið varð útsetti dysturin millum Skála og HB í MeistaraDeildini hjá kvinnum spældur undir Mýruhjalla á Skála.

Men áðrenn dómarin, Tórhallur Thomsen bríkslaði í gongd, varð Birna Mikkelsen hjá Skála heiðrað sum besti spælari í septembur.

– Hetta var ein góður heiður at fáa, sum eg sjálvandi eri ómetaliga glað fyri. Kappingarárið hevur annars verið rættuliga sermekt, tí upprunaliga skuldu vit spælt seinnu hálvu í niðara bólkinum, men fluttu upp, tá vit yvirtóku plássið hjá NSÍ.

– Eg haldi tó at tað hevur verið mennandi fyri okkum. Vit hava fingið nøkur góð úrslit, og sum heild hevur kappingarárið verið á góðari leið, sigur Birna Mikkelsen við heimasíðuna hjá FSF.

Hinar báðar, ið eisini vóru tilnevndar hesaferð, vóru Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi og Durita Hummeland úr KÍ. Tá atkvøðugreiðslan á sona appina lat aftur, hevði Birna Mikkelsen fingið nærum helmingin av atkvøðunum.

Tað var maður Birnu, Ólavur Mikkelsen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Birnu eitt gávubræv frá Atlantic Airways, og eina heiðursplátu, ið er latin av FSF.

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildunum hjá kvinnum og monnum, Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.

Sjálvur dysturin undir Mýruhjalla á Skála týskvøldið endaði 4-0 til HB. Málini gjørdu Brá Zakariasardóttir, Petsy Káradóttir Nielsen og Lilja Eiriksdóttir Højsted, meðan eitt var sjálvmál.

Stigatalvur og leikskráir: MeistaraDeildin kvinnur

Myndir: Hans Erik Danielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #