Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Bjørn Kunoy, sum er parttíðar settur professari í altjóða lóg á Fróðskapartsetri Føroya og løgfrøðiligur ráðgevi hjá føroysku Uttanríkistænastuni, er tilnevndur adjungeraður professari á Georgetown University í Washington.

Løgfrøðiskúlin á Georgetown University í Washington DC telist millum fremstu og mest virdu løgfrøðiskúlarnar í USA.

Talan er um eitt stórt akademiskt umhvørvi við tilsamans 2000 lesandi á hvørjum árgangi, og hetta ger í roynd og veru eisini Georgetown University til størsta løgfrøðiskúla í USA.

Bjørn kemur frá 2025 at standa á odda fyri frálæruni í almennum havrætti á Georgetown University við einum skeiði hvørt vár,  
 
Fróðskaparsetur Føroya vónar, at tilnevningin av Bjørn á Georgetown University kann slóða fyri samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Georgetown University, serliga tá talan er um skiftislesnað.
 
Meira um lógarskúlan í Georgetown University her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo