40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Arbeiðið hjá Bláa Krossi er mongum til signingar og gleði. Eitt gagnligt arbeiði millum teirra, ið fingu avbjóðingar við rúsdrekka og rúsevnum. Hugsjónin, ið føddi verkið, er ankrað í kristnu trúnni. Blái Krossur sær menniskjað aftan fyri andlitið.

Hóast felagsskapurin verður borin av heitum hjørtum og vælgerandi hondum, er viðgerðin faklig og byggir á lærdan yrkisligan førleika. Virðisgrundarlagið fevnir øll menniskju og alt samfelagið.

Dentur verður lagdur á grundleggjandi mannarættindi, so sum tign og virðing uttan mun til førleika, kyn, kynsligan samleika, fólkaslag, aldur, átrúnað, mál, sosiala og fíggjarliga støðu.

Nýggjar tíðir seta nýggj krøv og skapa nýggjar avbjóðingar, ið krevja nútíðar karmar og liviligar bú- og arbeiðsumstøður. Blái Krossur hevur fylgt við tíðini og víðkað um tilboðini til tey, ið gjørdust bundin av rúsdrekka og rúsevnum. Tilboð eru eisini til tey avvarðandi, og málrættaði fyribyrgjandi átøk eru til ungdómin.

Sum kristin hjálparfelagsskapur vísir Blái Krossur á eitt navn, ið er fremri enn øll onnur nøvn og lykilin til varandi gleði og eydnu. Navnið er Jesus, Guðs einborni sonur, føddur av Mariu moy og gitin av heilagum anda.

Andin í tilveruni er altavgerandi fyri vælveru og trivnað. Svá andin er, soleiðis er innihaldið í lívi og degi. Andin er Guðs, heilagur andi, talsmaður Jesu.

Á latínskum máli eitur andin spiritus. Soleiðis sæð er skjótt til niðurstøðuna, at andin í fløskuni ella kagganum krevur rásarúm og setur spor eftir seg í lívi og tilveru.

Ein og hvør andi ávirkar. Fer ein andi út, kemur ein annar inn. Menniskjan er altíð ávirkað av anda. Um tað ikki er svá, er talan um andlát.

Blái Krossur hevur ein jaligan hugburð til menniskju, tilveruna og lívið. Talan er um treytaleysa virðing fyri tí einstaka. Menniskjan hevur sum Guðs skapningur eitt óendaligt virði. Eingin dómur ella fordómur, tí hin einstaki er meira enn sjúkan ella støðan, vit eru stødd í.

Jesu navn í hjarta, talu og góðgerðum. Jesu navn í hugsan og medferð. Jesus fyrst og fremst og síðani tænastan í navni hansara.

Tað ljóðar einfalt og barnsligt. Møguliga átti biskupur at lagt støðið hægri og flogið omanfyri tað gerandisliga og sæð tilveruna úr erva, har fuglurin flýgur.

Sannleikin er einfaldur og jarðbundin, hóast lívið kann vera ein fjøltáttað avbjóðing. So fáur snávar ella dettur um teir stóru steinarnar.

Mangur okkara kom til skaða, tí vit duttu um smásteinarnar í túninum. Tað ræður um at vanda sær um geingið í tí vanliga og kenda.

Vit kristnu mega ikki skammast við Jesus. Vit mega virða rætt hins einstaka til trúgv og hugsjónarligt frælsi. Treytaleys virðing, trúarfrælsi og andsfrælsi.

Krossurin í tí bláa merkinum vísir til loysnaran, Guðs son og menniskjans frelsara. Vit hava upplivað, at Jesus loysir leinkjur og gevur lívinum ein nýggjan frælsan morgun.

Blái Krossur fór til verka, sá neyðina og tørvin á hjálp og viðgerð. Hin rúsandi løgurin ella rúsevni gjørdust eitt havt um beinini hjá fleiri menniskjum. Rúsurin gjørdist ein tráandi andi, ið ráddi heima við hús og í lívinum sum heild.

Blái Krossur er bæði hjálpararbeiði, upplýsandi virksemi, fyribyrging og samstundis kristin trúgv, sum er virkin í kærleika.

Lívið er ikki altíð lætt, tað er eingin dansur á rósum. Bíblian talar um ein bardaga millum gott og ilt, tað góða og ónda, ljós og myrkur. Ápostulin Paulus sigur, at tað góða, ið hann vil, ger hann ikki. Tað ónda, ið hann ikki vil, ger hann.

Í Jesu navni eru starvs- og viðskiftafólkini hjá Bláa Krossi í góðum hondum. Grundað á klettin Jesus stendur arbeiðið á tryggari grund. Aðalendamálið er at veita hjálp til ein vælvirkandi gerandisdag og eitt lívsjáttandi innihald.

Í gjár var vaktarskiftið á Bláa Krossi við almennari móttøku. Dakku Petersen legði frá sær sum aðalskrivari. Vit, ið kenna henda virkna mannin, vita, at hann er ein eldsál í kristnum og manngóðum arbeiði. Við atliti at diakonprestinum, ið kemur til várs, fara vit at samstarva. Vit ynskja Dakku Harrans signing og gleði í lívi og verki.

Kvinnan, ið tekur við starvinum sum aðalskrivari, er væl kend innan kirkju, missión og tað politiska arbeiðið. Edva Jacobsen hevur í sínum politiska yrki á kristnari grund vart menniskjað og talað tess søk. Í mínari verð er tað júst tað, ið eigur at hava hægstu raðfesting innan og uttan Tingsins gátt. Harrin signi Edvu í lívi og verki og gevi henni gleði og frímóð.

Persónliga gleðist biskupur um, at Blái Krossur í allar mátar er rúmligur og nemur fólk frá fríkirkjum og samkomum, hóast grundarlagið og ástøðið fylgir tí evangelisk luthersku kirkjuni. Vit standa saman í Jesu navni nú og frameftir. Amen.

Orðið: “Armur verður maður, ið teiti elskar, ei verður tann ríkur, ið elskar vín og olju.” (Orðtøkini 21,17).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo