
Mynd: UNICEF/UN0597340/Filippov

Mynd: UNICEF/UN0597340/Filippov
UNICEF kunngjørdi í gjár, at børn eru tey, sum verða harðast rakt og eru ringast fyri, tá kríggj eru - serliga í Eysturevropa og Miðasia.
Fátækradømi er avleiðingin av kríggi.
Kanningar hjá UNICEF vísa, at børn í Russlandi eru ringast fyri.
Næstringast fyri eru børn í Ukraina.
Triðringasta land hjá børnum at búgva í er Rumenia.
4 milliónir børn fleiri enn í fjør liva nú í fátækradømi, sum er ein øking á 19%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo