Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Arbeiðs- og brunaeftirlitið: Í 2021 vóru sambært Hagstovu Føroya 1489 børn og ung í aldrinum 13 til 17 ár skrásett sum løntakarar.

Hetta eru 620 fleir enn í 2012.

Sambært føroysku arbeiðsumhvørvislóggávuni hevur arbeiðsgevarin skyldu at tryggja øllum arbeiðstakarum eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi – eisini børnum og ungum. Hetta merkir eisini, at arbeiðsgevarin skal gera sítt til at fyribyrgja keðiligum hendingum, umframt at hava eina mannagongd fyri, hvussu keðiligar hendingar skulu handfarast. 

Fyri at stuðla undir hesum hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt eina sersíðu um arbeiðsumhvørvi hjá børnum og ungum undir 18 ár, har arbeiðsgevarar kunnu leita sær vegleiðing um, hvussu teir kunnu tryggja eitt likamliga og sálarliga trygt arbeiðsumhvørvi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo