Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit hoyra dagliga, at tað er eitt vaksandi tal av børnum og ungum, sum hava sálarligar avbjóðingar. ADHD, tunglyndi og aðrar diagnosur rúma nógv í hagtølunum.

Nógv bendir tíverri á, at børn og ung í dag, brúka ov nógva tíð í tí digitalu verðini og ofta læra tey lívið úr skerminum, heldur enn úr vanligum sosialum samskifti.

Frá heilt lítlum av læra tey alla tíðina at vera on í digitalu verðini fyri ikki at gerast off.

Tær ungu familjurnar liva mangan undir stórum trýsti og ferðin á lívinum er høg. Krøvini eru stór – og tey koma bæði frá einum sjálvum og frá samfelagnum.

Hóast foreldrini eiga at hava ábyrgdina av børnunum, so kemst ikki uttanum, at mangar av kringumstøðunum hjá ungu familjunum eru úrslit av teimum kørmum, sum Løgtingið hevur evnað.

Løgtingið eigur tískil eina stóra ábyrgd í at hugsa trivnaðin hjá familjunum inn í viðkomandi lógir.

Talið av børnum, sum vaksa upp í brotnum heimum er tíverri eisini vaksandi.

Sum heilsufrøðingur síggi eg mangan tær syrgiligu avleiðingar av hesum. Sorgin hjá einum barnið, tá foreldrini velja at fara hvør til sítt er stór og lemjandi.

Tískil eigur tann politiski myndugleikin, at gera skipanir sum tryggja, at har familjur koma í kreppu orsakað av trætu millum foreldrini, at tey kunnu søkja sær hjálp fyri at sleppa undan hjúnaskilnaði.

At ganga saman í parlag og haðani taka ábyrgd av hjúnalagi, børnum og heimi, krevur lívsvísdóm, áhaldni og góðar avgerðir.

Tí er tað ikki meira enn rímiligt, enn at øll, sum skulu gerast foreldur á fyrsta sinni fáa bjóða eitt foreldra og par skeið. Tað hevði fyribygt nógvum óneyðugum klandri og trupulleikum.

Kynt hevði verðið undir kunnleikan um tað góða samskiftið, sum kann leiða til eitt eydnusamt parlag og eitt heim, har foreldur og børn liva í góðari samveru.

Ásannar politiski myndugleikin sína medábyrgd at tryggja familjunum bestu umstøðurnar, so er vón fyri, at neiliga gongdin millum børn og ung verður steðgað.

Hjúnabandið og familjan er grundarsteinurin undir samfelagnum.

Tí eigur Løgtingið áhaldandi við lóggávu at tryggja familjunum bestu umstøður, eisini hjá teimum, sum tíverri koma í hjúnaskilnað.

Lillian Bjarnadóttir Poulsen
Fólkaflokkurin

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo