Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Úr vinstru: Sólvá Reynskor (Vágaskot), silvur, Marta Poulsen (Ørvur), gull, og Natalia Mary á Høgabóli (Vágaskot), bronsu

Compound dreingir. Úr vinstru: Narvi Jensen (Ørvur), silvur, Dávid Højgaard (Ørvur), gull, og Christian Højgaard (Ørvur), bronsu

Compound kvinnur. Helena við Misá (Ørvur), vinstrumegin, vann silvur ,og Rakul Dam (Tambar) fór við gullinum

Compound menn. Úr vinstru: Nikkel Petersen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Jógvan Niclasen (Tambar), bronsu

Recurve dreingir. Vinstrumegin er tað Brandur Tummasson Hansen (Tambar), silvur, og Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), gull

Recurve kvinnur. Úr vinstru: Pernille Krogh (Vágaskot), silvur, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull, og Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), bronsu

Recurve menn. Úr vinstru: Hannis Reinert á Plógv (Vágaskot), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Michael Feldballe (Tambar), bronsu

Bogaskjótisambandið: Vetrarkappingin í innandura bogaskjóting er farin at líða, og yngru skjúttarnir, sum fyri jól og fyrstu kappingina í ár skutu úr 12 metra frástøðu, skjóta nú úr 15 metrum. Fyrstu ferð var í kappingini seinasta vikuskifti, tá eysturoyarfelagið Ørvur var vertur, og kappast varð í skjótihøllini hjá felagnum í niðastu hædd í byginginum hjá reiðarínum Navigare í Søldarfirði.

Teir yngru skjúttarnir áttu tørn leygardagin, og har bleiv spenningur við lít.

Ikki færri enn tríggjar ferðir var neyðugt við shoot-off fyri at avgera tøttu duellirnar, og tvær teirra átti Jónas Poulsen í compoundkappingini hjá dreingjunum. Dystir verða avgjørdir við shoot-off, um regluligi dysturin endar javnur. Skjúttarnir skulu tá skjóta ein píl í part, og tann, ið rakar nærmast miðjuni á skivuni, hevur vunnið.

Í innleiðandi compoundkappingini var Dávid Højgaard bestur framman fyri Narva Jensen, Jónas Poulsen og Christian Højgaard. Teir eru allir fýra úr Ørvi.

Dávid vann hálvfinaluna ímóti yngra beiggja sínum, Christiani, men hin hálvfinalan, sum var ímillum Narva og Jónas, endaði javnt og mátti avgerast við shoot-off.

Tað mundi eisini verið líka vítt sum sítt, tí báðir raktu 9’aran – tann næstinnasta ringin – men Narvi var tó eitt sindur nærri miðjuni og vann tískil hálvfinaluna.

Nakað tað sama endurtók seg í bronsufinaluni millum Christian og Jónas, tá regluligi dysturin endaði javnur, so vinnarin skuldi finnast við shoot-off. Aftur hesa ferð raktu báðir skjúttarnir 9’aran, og aftur bleiv Jónas eitt vet longri frá miðjuni, so Christian fór avstað við bronsuheiðursmerkinum.

Finalununa og gullheiðursmerki vann Dávid í finaluni ímóti Narva, sum tískil vann silvur.

Jón Sjúrður vann gullið
Eisini í recurvekappingini hjá dreingjunum bleiv tað meira spennandi enn vanligt, hóast teir bara vóru tveir, ið kappaðust – Brandur Tummasson Hansen úr bogaskjótifelagnum Tambar úr Havn og Jón Sjúrður Jóhansson úr vágafelagnum Vágaskot.

Brandur hevur verið suverenur í vetur, og hann vann eisini greitt innleiðandi umfarið í Søldarfirði, men síðan tók Jón Sjúrður øll á bóli, tá hann við javnleiksstøðuni 5 – 5 í finaluni fyrst noyddi Brand út í eina shoot-off avgerð og síðan bleiv tann neyvari, tá hann rakti 7’aran, meðan Brandur rakti 6’aran. Jón Sjúrður fór avstað við gullinum, og sum hann fegin tók til, eftir at hava skotið avgerandi pílin: ”Hetta er fyrstu ferð, eg havi vunnið nakað annað enn bronsu”.

Gentur við barboga
Ein annar dystur var á 15 metrum leygardagin, og tað var hjá gentunum við barboga (barebow). Her tryggjaði Marta Poulsen, Ørvur, sær beinanvegin annað finaluplássið við at vinna innleiðandi kappingina greitt framman fyri Sólvá Reynskor og Nataliu Mary á Høgabóli, sum báðar skjóta við Vágaskoti.

Í hálvfinaluni kappaðust Sólvá og Natalia Mary um hitt finaluplássið, sum Sólvá vann við einum 6 – 0 sigri.

Hon skjeyt síðan ímóti Martu í finaluni, og hana vann Marta 7 – 3.

Eisini spennandi á 18 metrum
Sunnudagin kappaðust tey vaksnu í 18 metra frástøðu, og eisini her var spenningur og okkurt heldur óvæntað úrslit.

Tóra Dinna Reynskor, Vágaskot, vann allar kappingarnar hjá recurvekvinnunum, sum hon var við í fyri jól, men í kappingini í Miðvági 14. januar breyt blaðunga Lea Karina Haraldsen úr Vágaskoti sigursrøðina hjá Tóru Dinnu av. Lea Karina er bert 13 ára gomul, og hevði skotið úr 12 metrum, til hon fyrstu ferð fór at skjóta við teimum vaksnu í kappingini í Søldarfirði 25. november.

Men Tóra Dinna, sum mátti lata sær lynda við triðaplássi og bronsuheiðursmerki í Miðvági 14. januar, kom væl og virðiliga afturíaftur í kappingini í Søldarfirði sunnudagin.

Hon vann innleiðandi kappingina sannførandi, og síðan vann hon hálvfinaluna 6 – 0 ímóti Ásu Helenu B. Rasmussen, Tambar, sum bleiv nummar fýra í innleiðandi kappingini.

Lea Karina vann eitt trygt annaðpláss í innleiðandi kappingini og skuldi í hálvfinaluni kappast ímóti Pernille Krogh, Vágaskot, sum var blivin nummar trý í innleiðandi kappingini.

At byrja við í hálvfinaluni bendi alt á, at Lea Karina í hvussu er fór at megna at halda fast í plaseringini, hon fekk í innleiðandi kappingini, men Pernille vendi gongdini, og tá tey fimm regluligu umførini vóru skotin, stóð á jøvnum 5 – 5. Tískil skuldi vinnarin finnast við shoot-off, og her helt góða gongdin hjá Pernille fram; hon rakti 8’aran, meðan Lea Karina rakti 5’aran.

Hina semifinaluna vann Tóra Dinna 6 – 0 ímóti Ásu Helenu, og Tóra Dinna helt á at vísa sína styrki, tá hon eisini vann 6 – 0 í finaluni ímóti Pernille

Í bronsufinaluni vann Lea Karina 6 – 0 á Ásu Helenu.

Evnaríkur ungur skjútti
15 ára gamli Hannis Reinert á Plógv úr Vágaskoti var fyri fyrstu ferð í vetur við í recurvekappingini hjá monnunum, og hann vísti væl og virðiliga, at her er ein ungur skjútti, sum vert er at halda eyga við frameftir.

Hans Petur Højgaard, Ørvur, var sum vant í serflokki og vann greitt innleiðandi kappingina, men her hevði Hannis munin á Michael Feldballe, Tambar. Síðan bleiv semifinalan teirra millum bæði jøvn og spennandi, og endin varð, at Hannis vann 6 – 4

Finaluna vann Hans Petur 6 – 0, men tó at hann vann dystin í trimum umførum, so vóru umførini sera jøvn: 28 – 25, 27 – 25 og 29 – 27.

Rakul vann aftur
Hjá compoundkvinnunum vann Rakul Dam, Tambar, og hon hevur tískil vunnið báðar sínar dystir ímóti Helenu við Misá, Ørvur, sum verið hava í nýggja árinum. Fyri jól høvdu tær vunnið tvey gullheiðursmerki og tvey silvurheiðursmerki í part.

Helena vann annars innleiðandi umfarið sunnudagin, men í finaluni mátti hon lúta fyri Rakul. Tær báðar eru tær einastu, sum hava stillað upp í compoundkappingunum hjá kvinnum í vetur, og dystirnir teirra millum eru altíð spennandi.

Jóannes greiður vinnari
Í compoundkappingini hjá monnum var úrvalsskjúttin Jóannes Poulsen, Ørvur, greiður vinnari. Jóannes hevur vunnið fýra av teimum fimm innandura kappingunum, hann hevur verið við í vetur. Í tí allarfyrstu kappingini í vetrarhálvuni, sum var í Havn 29. oktober, tapti hann í finaluni ímóti liðfelaganum Nikkel Petersen.

Sunnudagin vann Jóannes fyrst innleiðandi kappingina framman fyri Nikkel, og Jógvan Niclasen, Tambar. Síðan vann hann á Nikkel í finaluni. Nikkel hevði frammanundan vunnið semifinaluna ímóti Jógvani.

Bogaskjúttarnir hava fýra kappingarvikuskifti eftir í vetrarhálvuni. 2. mars er kappingin um FM á 12 metrum, og 16. og 17. mars er kappingin um FM á ávikavist 15 og 18 metrum.

Heiðursmerki higartil í vetur
12 metra frástøða:
Barbogi gentur. Marta Poulsen (Ørvur): 3 gull. Sólvá Reynskor (Vágaskot): 2 gull, 2 silvur. Eva Kjærbo (Team SuðurSkot, TSS): 1 gull, 1 silvur. Lilja Strøm Winther (TSS): 1 gull. Natalia Mary á Høgabóli (Vágaskot): 3 silvur, 3 bronsu. Lea í Trøðini (TSS): 1 bronsu.

Barbogi dreingir. Charlie av Teigum (Tambar): 1 gull. Heri Tróndheim (Tambar): 1 gull.
Recurve gentur. Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), 2 gull.

Recurve dreingir: Brandur Tummasson Hansen (Tambar): 5 gull, 1 silvur. Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot): 1 gull, 2 bronsu. Jaspur Ørvarodd Hentze (Vágaskot): 4 silvur.

Compound dreingir. Dávid Højgaard (Ørvur): 3 gull, 1 bronsu. Jónas Poulsen (Ørvur): 1 gull, 2 silvur, 1 bronsu. Narvi Jensen (Ørvur): 1 gull, 2 silvur. Christian Højgaard (Ørvur): 1 silvur, 2 bronsu.
--

18 metra frástøða:
Recurve kvinnur: Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 4 gull, 1 bronsu. Lea Karina Haraldsen (Vágaskot): 1 gull, 1 silvur, 2 bronsu. Rebekka L. Olsen (Tambar): 1 gull. Pernille Krogh (Vágaskot): 3 silvur, 1 bronsu. Ása Helena B. Rasmussen (Tambar): 2 silvur, 1 bronsu. Halldóra av Teigum (Tambar): 1 bronsu.

Recurve menn. Hans Petur Højgaard (Ørvur): 6 gull. Michael Feldballe (Tambar): 2 silvur, 2 bronsu. Bárður Magnusson (Vágaskot): 2 silvur. Per S. Hansen (Ørvur): 1 silvur, 2 bronsu. Hannis Reinert á Plógv (Vágaskot): 1 silvur. Tummas Hansen (Tambar): 1 bronsu.

Compound kvinnur. Rakul Dam (Tambar): 4 gull, 2 silvur. Helena við Misá (Ørvur): 2 gull, 4 silvur.

Compound menn. Jóannes Poulsen (Ørvur): 4 gull, 1 silvur. Nikkel Petersen (Ørvur): 1 gull, 1, silvur, 1 bronsu. Sámuel Petersen (Ørvur): 3 silvur. Jógvan Niclasen (Tambar): 3 bronsu.

Barbogin hevur bara verið á skránni hjá teimum vaksnu í kappingini TSS-Open, sum var í Vági 4. og 5. november. Har vann Tobias Söderqvist (TSS) gull hjá seniorunum og David Hafsteinsson (TSS) silvur. Hjá masters vann Magnus Winther (TSS) gull og Thomas Christensen (TSS) silvur.

Úr vinstru: Sólvá Reynskor (Vágaskot), silvur, Marta Poulsen (Ørvur), gull, og Natalia Mary á Høgabóli (Vágaskot), bronsu

Compound dreingir. Úr vinstru: Narvi Jensen (Ørvur), silvur, Dávid Højgaard (Ørvur), gull, og Christian Højgaard (Ørvur), bronsu

Compound kvinnur. Helena við Misá (Ørvur), vinstrumegin, vann silvur ,og Rakul Dam (Tambar) fór við gullinum

Compound menn. Úr vinstru: Nikkel Petersen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Jógvan Niclasen (Tambar), bronsu

Recurve dreingir. Vinstrumegin er tað Brandur Tummasson Hansen (Tambar), silvur, og Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), gull

Recurve kvinnur. Úr vinstru: Pernille Krogh (Vágaskot), silvur, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull, og Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), bronsu

Recurve menn. Úr vinstru: Hannis Reinert á Plógv (Vágaskot), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Michael Feldballe (Tambar), bronsu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo