Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fróðskaparsetrið: Hóskvøldið 15. juni klokkan 20 fer Heini í Skorini at leggja fram nýggju bók sína um stríðið um talufrælsið.

Seinast í apríl gav Heini út nýggja bók í Danmark við heitinum ”Kampen om ytringsfriheden: Religion, politik og global værdikamp”.

Bókin er givin út á forlagnum Gad og hevur higartil fingið sera góð ummæli í donskum miðlum, og hóskvøldið 15. juni kl. 20 fer høvundurin at leggja fram aðaltættir í bókini á bókaframløgu á Reinsarínum í Havn.

Í framløguni fer Heini í Skorini, sum eisini er lektari og útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, at hugleiða um religiónskritikk og talufælsið bæði søguliga og í dag. Frá Sokrates til Jesus, Muhammed og Luther og heilt fram til aktuellar ósemjur í dag, nú privatir tøknirisar í Silicon Valley í USA í stóran mun definera mørkini fyri talufrælsinum.

Bókin snýr seg um spenningarnar millum religión øðrumegin og talufrælsið hinumegin, og bókin viðger, hvussu hesir spenningar og samanbrestir koma til sjóndar í altjóða politikki.

Talan er um eina populervísindaliga debattbók, sum argumenterar fyri, at rætturin til at hugsa og samskifta frítt um átrúnaðarlig viðurskifti er undir áhaldandi trýsti, bæði online og offline.

Stríðið um talufrælsið kemur m.a. til sjóndar í ST, har fleiri lond arbeiða fyri at samtykkja nýggja lóggávu í altjóða lóg, hvørs endamál er at banna religiónskritiskari ella ”blasfemiskari” talu. Hóast bókin er populervísindalig og harvið skrivað til eina breiðari lesarafjøld, so er hon kortini javnlíkamett og góðkend av fakligari metingarnevnd.

Bókin hevur higartil fingið góð ummæli í donskum miðlum. Jyllands-Posten gevur bókini fimm stjørnur og skrivar m.a. soleiðis:

"Det er både svært og trættende at trænge igennem de mange officielle proklamationer, der udgår fra FN på menneskerettighedsområdet. Men den færøske forsker i international politik, Heini í Skorini (født 1983), gør ikke alene et behjertet forsøg; han lykkes i den grad analytisk med at vikle trådene ud, så at man bedre forstår baggrunden for og dynamikken i den globale kulturkamp (...) Vi gør klogt i at læse den."

Og Weekendavísin skrivar soleiðis um bókina:

"Skorini giver et fremragende indblik i et vigtigt aspekt af sagen, nemlig hvordan de diplomatiske kampe om ytringsfriheden udkæmpes i FN-systemet. Der ligger solid forskning bag i form af gennemgang af FNs arkiver samt interviews med centrale aktører. Det er bekymrende og interessant læsning."

Tiltakið verður á Reinsarínum hóskvøldið tann 15. juni klokkan 20 og er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo