Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Bókaklubbadagur verður á Sunda bókasavni 31. oktober kl. 13-15! Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki, bókapráti og góðum bókatilboðum. Eisini er kreativ verkstova við halloween-pynti, og kaffi/te/saft og okkurt gott afturvið er at fáa.

Kom og hoyr um Bókaklubban - Vilt tú verða limur og fáa eina bók í postkassan sjey ferðir um árið?

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

SKRÁIN:
⦁    Søguløta - Bjarta bustar tenn + Bjarta verður stórasystir. Rithøvundurin Silja Aldudóttir lesur
⦁    Børn viðmæla bøkur - Eyðbjørg og Lea ganga í 3. og 2. flokki og eru garvaðir lesarar.
⦁    Tónleikur: Filip úr Hoydølum spælir
⦁    Søguløta - Surr
⦁    Hundamaður vitjar - tak eina mynd saman við Hundamanni!
⦁    Hoyr um Bókaklubban - Fá eina bók í postkassan sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?
⦁    Søguløta - Gruffalo-omman
 
Allatíðina:
⦁    Góð bókatilboð
⦁    Halloween-ítriv
⦁    Donuts og kaffi/te
⦁    Gerst limur í Bókaklubbanum og fá fyrstu bókina beinanvegin
⦁    Fá ein ókeypis ryggsekk ella húgvu frá LÍV, sum stuðlar tiltakinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #