Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Tað helt italski Umberto Eco, ið er evnið í heimildarfilminum, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin. Myndin av honum er tikin í práti í Bláu sofuni á bókamessu í Frankfurt í 2011.

Nýggi italski heimildarfilmurin, Mítt italska bókasavn, er ein rundferð í stóra savninum hjá Eco.

Heimskendi høvundurin og teinkjarin hevur hugtikið allan heimin við metsølubókum. Fyrsta skaldsøgan var hin altjóða viðurkenda Il nome della rosa (1980), sum í enskari týðin bar heitið The Name of the Rose (1983), sum franski Jean-Jacques Annaud gjørdi til film í 1986. Tá vísti Filmsfelagið henda týdningarmikla film, sum við Sean Connery í høvuðsleiklutinum, viðgjørdi sjálvbestaltaðu atgongdina hjá teim skriftlærdu til maktina og tørvin á at halda onnur burtur frá maktini.

Umframt mongu skaldsøgurnar, stóð eisini eitt stórt bókasavn eftir Umberto Eco, tá hann andaðist 84 ára gamal í 2016. Við fleiri enn 30.000 samtíðar- eins og søguligum bókum, varð hetta ein so hugtakandi verð, at virðislønti leikstjórin Davide Ferrario (f.1956) vildi gera film úr bókasavninum, innan tað fór í ymsar ættir og endaliga varð latið italska statinum.

Filmurin er ein intelektuell og visuell ferð gjøgnum ein hugtakandi bókaheim, sum sambært Eco, stendur fyri falli og fer at hvørva í talgildu menningini.

Filmurin lýsir ikki bara privata bókasavnið á hillunum, men eisini tankarnar hjá Eco um bókasavnið sum heimsins kollektiva minni.

FILMSFELAGIÐ 17/1 kl 20:00 Umberto Eco: Mítt italska bókasavn (Davide Ferrario: Umberto Eco: La biblioteca del mondo, Italia 2023 82 min )

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo