Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fróðskapur: Fríggjadagin 8. desember gevur Fróðskapur út minnisrit um Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing. Bókin kallast “For the Common Good. In Memory of Jóannes Jacobsen”. Bókin er ognað dóttrini Jónu. 

Talan er um útgávu við greinum eftir Jóannesi Jacobsen sjálvum, umframt upprunagreinar hjá starvsfeløgum og vinum hansara. Høvundarnir eru: Hans Ellefsen & Daniel W. Bromley, Þórólfur Matthíasson, Hermann Oskarsson, Thorvaldur Gylfason, umframt Henrik Fosse & Anders Sørensen, sum skrivaðu eina grein saman við Jóannesi.

Nakrar av greinunum snúgva seg um samfelagsligu skipanina av fiskivinnuni sum heild, og serstakliga um tær búskaparligu og samfelagsligu tilgongdirnar, sum eru avgerandi grundin undir teimum institutiónum og tí politiska regluverki sum fyriskipa rættin til vinnuligu gagnnýtsluna av náttúrutilfeinginum.

Bókin er eindømi í føroyskari bókaútgávu, tí hon er fyrsta búskaparfrøðiliga úrvalsrit, sum givið er út í Føroyum. Flestu evnini, sum viðgjørd verða í greinunum, hava týdning í føroyskum búskapi, hóast greinirnar í bókini allar eru á enskum máli. Formælið á føroyskum greiðir stutt frá innihaldinum í hvørjari grein sær.

Hetta minnisritið, Jóannesi Jacobsen, lektara á Fróðskaparsetrinum, til heiðurs, er eisini fyrsta bókaútgáva, sum hevur røtur í vísindavirkseminum í útbúgvingini í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum, har tríggir av høvundunum hava starvast.

Hermann Oskarsson, Hans Ellefsen og Marjun Dalsgaard hava ritstjórnað bókina.

Í formælinum sigur Hermann Oskarsson millum annað soleiðis um Jóannes Jacobsen:

“Øll virdu Jóannes fyri hansara ósvitaliga integritet, hansara óvíkiligu ærligheit, hansara holla vísdóm og ikki minst fyri púra avgjørda stavnhaldinum ímóti optimalu loysnini, kjarnuni í málinum, sannleikanum, ella hvat vit so nevna tað. Sum tann nærlagdi búskaparfrøðingurin hann var, fór hann altíð eyðmjúkur til verka við virðing fyri vísindini, og hann var tí førur fyri at leiðbeina sínar starvsfelagar í flestu málum.

Bókaframløga fríggjadagin 8. desembur kl. 15.

Bókin verður løgd fram á almennum tiltaki á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, fríggadagin kl. 15.  Høvið verður millum annað at hoyra nøkur úrslit frá gransking, sum verður almannakungjørd á fyrsta sinni í ritinum, “For the Common Good”.

Bókin fæst fyri serprís hendan dagin. Bókin er 187 síður og kostar 280 kr. í bókahandlunum.

https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/bokautgava-og-tiltak-for-the-common-good

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo