Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Røðan hjá Erling Ejdesgaard, løgtingslimi, í sambandi við 1. viðgerð av uppskotinum til samtyktar um at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast:

Her hevur verið eitt øðiligt ball.

Her er alt gingið amokk. Har er kastað runt við matinum og her er dansað uppi á borðunum. Her hevur verið levind og gangur, og upptakið er øðiligt.

Nú standa vit aftur her.

Og vit syngja aftur sama sang.

Hetta er ein gamal slagari í Løgtinginum eftirhondini.

Hetta er aftur sangurin um eitt stórt ball. Eitt stórt ball, sum er gingið galið.

---

Tað almenna er enn einaferð farið undir at byggja ein stóran bygning. Og tá er ball. Tá ræður bara um at sleppa við í ballið. Tú skal bara bjóða nóg lágt, so tú ert sikkur uppá at sleppa inn.
 
Tí ert tú fyrst komin inn, so er sloppið. So ert tú inni í hitanum.

Her ganga allir veitarar við rokningsblokkinum í fleiri ár og skriva eykarokningar.

Og eg sigi teir ikki ringar fyri tað. Tí teir arbeiða fyri ein byggiharra, sum ikki ánar, hvat hann vil hava, og ikki ánar hvat vendir niður og hvat vendir upp.

---

Tað er sum at vera aftur á jóansøku, sum smádrongur, og síggja hendan fulla sjómannin, sum akkurát er komin heim úr New Foundlandi. Í mexikanarahatti, Den Med Tyren í reyvalummanum og við blomstri í reversinum, sum hann akkurát hevur skotið í skjótiteltinum. Hann er dýrandi fullur og hundraðkrónuseðlarnir stinga upp úr skjúrtulummunum. Og rundan um er ein tjúkk rond av børnum. Her er stuttligt at vera.

---

Glasir er ikki endaliga avhendað enn, og blekkið á TÍ frágreiðingini frá landsgrannskoðaranum er illa nokk tornað.

Og longu viðgera vit aftur eitt stórt alment byggiprosjekt - størri enn Glasir - uttan at hava strammað upp og uttan at hava fingið stýr uppá teir feilir, sum vóru staðfestir í sambandi við Glasir. Tí hetta eru aftur somu feilir og somu symptomir.

---

Vissi vit síggja burt frá tí upprunaligu kostnaðarmetingini í 2011 uppá 295 mió, so er her talan um eitt byggiprojekt, sum tá tilboðini vóru komin inn í 2017 skuldi kosta 485 mió.

485 … minnist til tað.

So skuldi tað kosta 503 mió.
So skuldi tað kosta 619 mió.
So skuldi tað kosta 690 mió.
Tað seinasta er, at tað skuldi tað kosta 757 mió.

Men vit vita, at 757 mió ikki verður tað endaliga talið. Tvs. at vit næstan eru uppá tí dupulta.

Og H-bygningurin skuldi vera liðugur í 2021.
Og so skuldi hann vera liðugur í 2022.
Og nú er 2023 hálvrunnið.

Vit vóru á vitjan í bygninginum fyri tveimum vikum síðan, og hann er enn eitt byggipláss.

HVAT ER TAÐ SUM GER, AT TAÐ AFTUR GONGUR SO GALIÐ?

Fyri tað fyrsta - og tað haldi eg er tað allarstørsta problemið - so stendur tekningin opin frá fyrsta degi … og hon er opin enn.

Her er grundleggjandi galið.

Tað, sum hendir, tá tekningin stendur opin og ikki er forseglað er, at tað støðugt ber til at gera broytingar. Alt er til diskussión alla tíðina.

Eg kann taka nøkur dømir úr hesum byggjarínum:

Har skuldi upprunaliga ikki vera nakað serligt av kjallara

So bleiv kjallarin grivin út allíkavæl … sum er skilagott, ivaleyst, men bara ikki aftaná at byggingin er byrjað.

So tá ein kjallari nú var har
… so bleiv pláss til ein parkeringskjallara
… og til eina stóra goymslu
… og til eitt stórt vaskirúm

Og so fekk mann eitt goymslutorn
… sum so vísti seg ikki at kunna brúkast, tí eitt sjúkrahús má sjálvandi hava eitt partvíst sterilt goymslutorn.

So nú er goymslutornið avmonterað aftur og stendur á keiini og skal retur til Danmarkar til ein væl nøgdan veitara, sum hevur skotið pappageykin, tí hann hevur selt H-bygninginum EITT goymslutorn AFTURAT. BÍLIGT? NEI!

Vøsk // Eingi vøsk // Vøsk
Tveir generatorar // ein generator // tveir generatorar

Háisolatiónsstovur, sum eru sera kompliseraðar, eru komnar á projektið aftaná. Tær standa í hálvum gekki, tí har eru so nógv ivamál.

Samanbindingin millum gamla og nýggja, kom ikki á fyrrenn aftaná … hon kostar  40 mió.

Og so er eitt reinsiverk, sum mann hevur gloymt, til pressan byrjaði at skriva um multiresistentar bakteriur í Sandagerði. Hetta er eisini ivamál. Tað eitur seg at mann hyggur eftir nýggjari tøkni. Eg hugsi, reinsuverk í 2023. Er nakað nýtt undir sólini knappliga viðvíkjandi reinsuverkum?

Og veitararnir allir? Ja, teir hava sín fulla rætt til at skriva eykarokningar.

Ein veitari var í sjónvarpinum. Eg veit ikki, um tit minnast tað. Hann hevði sett sama loft upp tríggjar ferðir, tí hvørja ferð tað var liðugt, bleiv hann biðin um at taka tað niður aftur.

So, hvat er at gera við tað???

Jú, her er eitt at gera, sum tað allar, allar viktigasta. Tað er at binda fyri.

Tá projektið byrjar, so byrjar tað við einari kravspesifikatión, har allar partir eru við og sleppa til orðanna. Har verða øll ynskir viðgjørd. Skulu tey gangast á møti, ella ikki. Og so verða allir forvæntningar avstemmaðir.

So tekur mann í hondina á hvørjum øðrum og detailprojekterar.

Tá so sáttmálin verður undirskrivaður við arbeiðstakaran, er liðugt og læst. Eftir hetta skal einki broytast. Tí eftir hetta punktið, kostar tað eina formuu bara at broyta smáting … bara at flyta eina hurð kann kosta fleiri hundrað túsund krónur og fleiri vikur í seinkingum.

Og tá er betri at gera projektið heilt liðugt og fáa tað avleverað, ÁÐRENN mann fer í gongd við tær broytingar, sum mann annars kanska fær hug til í byggiperioduni. Tí byggiperiodan er long, og tey flestu hava tað fyri at blíva klókari við tíðini. Men her ræður altso  um at halda sær. Mann má ikki flyta eitt komma.

TAÐ VAR TAÐ FYRSTA.

Fyri tað næsta, so er ábyrgdin ógreið.

Løgtingið samtykkir eina verklagslóg.
Heilsumálaráðið umsitir játtanina og er byggiharri.

Men Heilsumálaráðið skipar eina bygginevnd, sum ikki hevur fíggjarliga ábyrgd, men skal hava eftirlit við tí fíggjarliga, og at bygningurin verður gjørdur sum ætlað. Í hesari bygginevnd er stjórin á Landssjúkrahúsinum formaður.

Samstundis útdelegerar Heilsumálaráðið byggileiðsluna til Landsverk og gevur Landsverk rættin til at gera avtalur við veitarar og brúka pengarnar í projektinum. Landsverk er nú eisini eitt slag av byggiharra. So nú eru tveir byggiharrar; ella kanska tríggir. Og teir eru verri enn so altíð samdir.

Byggiharrarnir, allir, møtast javnan á stýrisfundi. Men okkurt tíðir uppá, at har eru samstarvstrupuleikar, tí so seint sum í 2021 eru notatir um at sjúkrahússtjórin spyr eftir statusum, sum hann ikki fær. Á onkrum fundum eru upplýsingarnar ikki tøkar, og á onkrum fundi er TELDAN, har upplýsingarnar liggja, ikki tøk. Tað ljóðar sum tær umberingarnar, mann brúkar, tá mann ikki hevur skrivað stílin í 7. klassa.

Eitt, sum t.d. leyp í eyguni á mær er, at Landsverk 7. mai í 2019 væntar ein meirkostnað uppá 51 mió. Dagin eftir, 8. mai, væntar Landsverk at meirkostnaðurin verður 79 mió. Tvs. at Landsverk broytir sína meting 28 mió UPPÁ EIN DAG.

Og samstundis sum formaðurin í bygginevndini, sjúkrahússtjórin, skal hava fíggjarligt eftirlit við Landsverki fyri Heilsumálaráðið, so er bygginevndin støðugt komin við broytingum, sum pláss ikki er fyri fíggjarliga.

---

Hetta er at biðja um balladu. Lítil stýring er á, eingin hevur ordiliga ábyrgdina, og av tí orsøk gongur alt galið.

---

Og HETTA er uppskriftin, sum vit brúka til øll tey stóru projektini. Eitt ráð hevur pengarnar. Eitt annað ráð brúkar teir. Allar tekningar standa opnar og gána, og eftirlit og fíggjarstýring er onkustaðni millum skins og hold. Í onkrum vilstum excelarki. Spyrt tú um status í dag, so ánar eingin.

Her verður galin endi hvørja einastu ferð. Tað er sjón fyri søgn.

Og vit eru beint nú í ferð við at seta eitt nýtt stórt projekt í gongd úti Frælsinum eftir akkurát sama leisti. Tað er ræðandi at hugsa um!

Tað er eitt at gera: KOYR UPPSKRIFTINA Í SKRELL OG GER EINA NÝGGJA UPPSKRIFT!!!

---

Vit munja hava EIN BYGGIHARRA og EINA kompetenta BYGGILEIÐSLU og eina væl defineraða og forseglaða byggiverkætlan, sum ikki verður broytt ein millimetur ella eitt gramm, eftir at byggisáttmálin er undirskrivaður við arbeiðstakaran.

---

Tí hava vit, Løgtingsgrannskoðararnir, lagt hetta uppskotið til samtyktar fyri Løgtingið.

Her má setast ein strika í sandin. Her má takast annað skinn um bak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo