Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ársúrslitið hjá partafelagnum Borg gjørdist 6,5 mió kr eftir skatt í fjør. Tað er gott og væl fýra mió kr minni enn árið frammanundan. Minkingin er í trá við eina minking í bruttovinninginum uppá áleið tríggjar milliónir krónur.

Partafelagið Borg fæst við at reka timburhandlar Runavík, Klaksvík og Havn, felagið hevur heimstað í Runavík og stjóri er Rodmundur Nielsen. Í frágreiðingini staðfestir leiðslan gongdina, men sigur, at hon metir ársúrslitið vera nøktandi.

- Stóri vøksturin seinastu árini verður avtakandi og kemur næstu 3-5 árini í eina meira javna legu, verður sagt.

Vit skulu annars aftur til 2016 fyri at finna eitt verri úrslit.

Fíggjarstøðan hjá Borg javnvigar við 123 mió kr og eginpeningurin var við ársskiftið góðar 67 mió kr. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo