Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Runavíkar kommuna: Borgarafundur verður í skúlanum á Skála miðvikukvøldið – 1. februar – kl. 19.

Fundurin fer at snúgva seg um tær ætlanir, sum Mest hevur um at dagføra skipasmiðjuna við nýggjari og størri turrdokk, soleiðis, at hon kann standa seg betri í kappingini á marknaðinum. Ymsar ætlanir hava annars verið frammi hesi seinastu árini, meiri og minni kendar, men í longri tíð hevur verið arbeitt við tí loysnini, sum leiðslan fer at leggja fram á borgarafundinum. Pf. Mest hevur søkt Runavíkar kommunu um byggiloyvi, og sum avrátt partanna millum fara fyrisiting, nevndir og býráð ikki undir viðgerðina av umsøknini fyrrenn borgararnir í bygdini hava fingið høvi at siga sína hugsan um nýgerðina.

Skála er kend fyri bátasmíð langt aftur í tíð, og í skjótt stórthundrað ár hava skipasmíð og umvælingar av skipum verið høvuðsvinnan í bygdini. Verandi turrdokk er vorðin ov lítil til at rúma nýggjaru skipunum í føroyska flotanum og teimum í grannalondunum, tí hevur skipasmiðjan tørv á at víðka kapasitetin allar vegir. Í breidd, longd og til ein alt størri djúpgang. Skráin fyri fundin:

- Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, bjóðar vælkomin.

- Mouritz Mohr, stjóri, greiðir frá ætlanum felagsins.

- Jóhannes Steingrund greiðir frá kanningum gjørdar í sambandi við ætlanina.

- Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, greiðir frá leiklutinum hjá kommununi.

- Spurningar úr salinum - og svar frá teimum, ið varða av ætlanini um útbygging av skipasmiðjuni.

Fundurin er almennur og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo