Rættarlig samkensla við tí seka er svik móti tí óseka
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hví hava vit eina kommunulæknaskipan í Føroyum? Jú, fyri at taka sær av borgarunum. Ikki bara nøkrum borgarum, men øllum borgarunum.

Í Havn og í Føroyum sum heild mangla fleiri túsund borgarar ein fastan kommunulækna. Persónliga havi eg heldur ongan lækna í løtuni.

Men hetta hevur verið støðan í áravís. Eftirhondini veit man ikki, hvør lækni er innanfyri hurðina, tá man fer til kommunulækna – ella um nakar er har yvirhøvur.

Nú er nýggj læknavakt skipað. Fyri hvønn, kann mann spyrja? Tí sum tað hoyrist í fjølmiðlunum, so kennist eingin við hesa skipan uttan Kommunulæknafelagið, sum hevur sett hana í verk.

Er henda nýggja læknavaktin betri fyri borgaran enn tann, sum hevur verið? Kenna vit sum borgarar okkum trygg, tá vit hava tørv á læknahjálp uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar?

Og hvussu skal borgarin kenna seg tryggan, tá sjúkrahússtjórin sigur, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hjá kommunulæknaskipanini kenna seg ótryggar?

Og hvat er tað fyri læknarvaktarskipan at bjóða fólki á Landssjúkrahúsinum, tá vaktarlæknin koyrir runt í býnum á heimavitjan?

Tað tykist tíverri, sum at setningurin er at halda borgaran so langt burtur frá læknunum sum til ber. Mann fær næstan fatan av, at læknarnir ikki tíma hetta ella verða kanska ikki løntir fyri tað.

Neyvan er tað so einfalt.

Men eg sakni, at støðan hjá borgarunum verður tikin við, tá ið broytingar verða gjørdar í kommunulæknaskipanini og í læknavaktini.

Tað er tað minsta.

Heðin Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo