Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Myndirnar eigur Anja Tórshavn Vidtfeldt Kvilt.

Myndirnar eigur Anja Tórshavn Vidtfeldt Kvilt.

- Tað vísir seg oftani, at tey sum hava ábyrgdina av óruddinum eru ikki til longur, og so endar málið. Tað sigur Pauli Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, um nógva óruddið sum liggur í haganum, serliga har sum byrgingarnar hjá SEV eru.

Í gjár skrivaðu vit um ein smyril, sum hevði vavt seg upp í nakrar nótir sum í áravís hava ligið við fremru byrgingina í Fonsdali. Tað eydnaðist fólki, sum komu fram á hann, at bjarga smyrlinum, sum heilt víst hevði doyð, um ikki tey komu fram á hann.

Óruddið við byrgingarnar hevur leingi verið ein steinur í skónum hjá nógvum, sum eru góð við náttúruna, men tað er ikki sum at siga tað at finna tey sum í dag hava ábyrgdina.

Pauli Petersen sigur, at kommunan hevur brúkt nógva orku uppá at royna at gera sítt.

- Men hvør hevur ábyrgdina av slíkum óruddi sum liggur í haganum?

- Feløgini, sum í síni tíð stóðu fyri alingini, eru farin á húsagang, og tað vísir seg ikki, sum at nakar vil kennast við ábyrgdina í dag.

- Men kann kommunan so ikki taka um endan?

- Tað hevði skjótt kosta fleiri 100.000 krónur at flutt alt hatta burtur. Og tað er eisini ein spurningur um heimildir, sigur Pauli Petersen, og vísir á, at tað kann eisini hugsast at onkur panthavari er inni í myndini.

Hann heldur, at rættast hevði verið, um landsmyndugleikarnir høvdu ein grunn, har øll alivinnan rindaði inn, og har endamálið var eittans, og tað var at rudda upp, tá eitt felag fór á heysin og tørvur er á at burturbeina óruddið sum í hesum førinum.

Myndirnar eigur Anja Tórshavn Vidtfeldt Kvilt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo