Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Persónliga haldi eg, at tað vildi verið fleiri fyrimunir enn vansar, at Vágoyggin og Mykines vóru ein kommuna.

Tað sigur borgarstjórin í Sørvágs Kommunu, Eyð Ellingsgaard, í svari til VP, tá spurt verður, um hon er samd við borgarstjóranum í Vága Kommunu, Bjarna Prior, sum herfyri segði sína hugsan um evnið.

- Eg meti, at tíðin er komin til at leggja Vágar í eina kommunu, og júst nær er ikki so týðandi, men meira, at ein tilgongd verður byrjað, segði Bjarni Prior við VP herfyri, og Eyð Ellingsgaard er ikki ósamd.

Hon sigur tó, at spurningurin ikki hevur verið nógv umrøddur hesa setuna.

- Men tá tað er sagt, so haldi eg, at komandi bygdaráð eigur at taka tað upp, bæði fyrimunir og vansar.

- Samstarvið við Vága kommunu er og hevur verið gott hesi fýra árini, eg havi sitið sum borgarstjóri, sigur hon.

- Vit samstarva millum annað um eldraøkið, barnaverndina, skúlan, Visit Vágar og ítrótt. Vinnan arbeiður eisini yvir um bygdamark.

- Persónliga haldi eg, at tað vildi verið fleiri fyrimunir enn vansar, at Vágoyggin og Mykines vóru ein kommuna, sigur Eyð Ellingsgaard.

Les eisini:

Borgarstjórin í Vága kommunu: - Tíðin komin til at leggja Vágar í eina kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo