40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Røða hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra:

Góðu telvarar! Góðu tit, ið varða av føroyskum talvi!

Ofta verður tikið til, at alt er ikki bara svart ella hvítt.

Nei, kanska ikki!

Men hjá tykkum 65, sum líka fram til langafríggjadag skulu flyta talvfólkið, er so at siga alt svart ella hvítt hesar dagarnar.

Og tit koma bókstaviliga at sanna gamla orðatakið, at »mangir eru leikir í longum talvi«.

Talv er aldargamal heilafimleikur her á landi, og enn dagin í dag er tað helst soleiðis, at tey flestu av okkum duga – um ikki annað – mannagongdina.

Tit, sum gera nógv meira við talvi enn tey flestu, vita bæði, hvussu best er at byrja og hvussu best er at enda.

Og tit vita eisini, at alt er ikki bara svart ella hvítt, tí tað ber eisini til at sættast um javnleik í talvi.

Sjálvur kenni eg helst best til politiska telving, men tað er líkasum nakað heilt annað…

Hvussu er og ikki, so er lagt upp til nakrar spennandi dagar í øllum fimm bólkunum, kappast verður í.

Ikki minst er landsliðsbólkurin serliga spennandi hesaferð, tí hann er søguliga sterkur.

Allir teir frægastu telvararnir bjóða seg fram, so ikki skal undra, um hetta verður ein minnilig føroyameistarakapping.

Kenni eg tykkum rætt, vil eingin tykkara bara vera »ein finna í talvinum«, so her verður uttan iva øll orka løgd í at vinna.

Men eingin vinnur, uttan onkur er at dystast við, so øll tit, sum eru við, hava tykkara stóra týdning fyri hesar dagarnar og hvussu alt endar.

Vit í høvuðsstaðnum eru fegin um, at FM-kappingin fyri einstaklingar er í Havn hesaferð, nú júst 100 ár seinni í mánaðinum eru liðin, síðani Havnar Telvingarfelag varð sett á stovn.

Síðani eru mong feløg komin afturat, og ikki minst góð úrslit í altjóða kappingum og hjá okkara fremstu telvarum hava gjørt sítt til, at talv tekur seg fram.

Eg fari at ynskja tykkum øllum somlum góða eydnu og vóni, at tit fáa eina góða kapping, heilt frá fyrsta leiki til tann seinasta.

Við hesum orðum er føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar sett!

Takk fyri!

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo