Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: “Vit vaksnu eiga at vera fyrimyndir”. Hetta siga námsfrøðiligir ráðgevarar í Tórshavnar kommunu. Leikurin um Knút, sum ikki tímir út, hevur sett ferð á orðaskiftið um børn og teldlar.

Knút er eitt vanligt føroyskt barn, men Knút tímir ikki út - hann vil heldur spæla við teldil.

Søguna um Knút hava nógv barnagarðs- og frítíðarskúlabørn í Havn sæð, hoyrt og upplivað seinastu vikurnar í Reinsarínum. Børnini hava flent, rópt og lutvís verið við í søguni um Knút, mammuna, abban og djórini, sum Knút møtir, tá ið hann endiliga fer út at spæla.

Samstundis setir leikurin sjóneykuna á eina vanliga støðu: børnini sita nógv við teldlum og telefonum. Orðaskiftið um børn og teldlar er viðkomandi, og flestu barnafamiljur kenna støðuna og avbjóðingarnar. Hetta hava námsfrøðiligir ráðgevar í Tórshavnar kommunu eisini gjørt sær tankar um.

- Vit skulu leggja dent á tað, ið er gott fyri barnið. Tey skulu røra seg, og tey skulu menna sosialu førleikarnar. Vit mugu ongantíð gloyma ta nærveruna, barninum tørvar. Tað sosiala sambandið er kanska millum tær størstu avbjóðingarnar, nú miðlanýtslan hjá børnunum - og vaksnum - er økt so nógv. Hóast avgjørdir fyrimunir eru við talgildum miðlum og spæli, fáa børnini ikki alt í spølunum. Eygnasambandið er avmarkað, og tú fært sjáldan lisið andlitsbráið. Hetta er eisini umráðandi liður í menningini hjá børnum, sigur Maria Johannesen, námsfrøðiligur ráðgevi í Tórshavnar kommunu.

Børn skulu fáa veruligar royndir fyrst
Tað er týdningarmikið, at børn sleppa at uppliva tað, teimum tørvar. Teldlar verða ongantíð annað enn eitt ískoyti. Og best er at børnini fyrst fáa veruligar royndir, sigur Angela Petersen, námsfrøðiligur ráðgevi.

- Børn skulu eisini fáa alt tað, sum børn fingu ‘fyrr’. Hóast appir eru, sum líkjast øðrum spølum, eitt nú hetta at fáa kubbar at passa saman, so skulu børn eisini royna veruligu útgávuna. Ta trídimensionellu, sansandi rørsluna av at halda einum trækubba í hondini og hugsa um, hvussu tú fært hann at passa og tað at vera úti og lurta, kenna og smakka; tað fært tú ikki á einum teldli. Har er nógv annað, tú kanst læra við talgildum spæli, men sum foreldur er tað eisini umráðandi, at tú setur teg inní, hvat barnið ger og barninum tørvar.

Av tí at teldlar enn eru eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi, er ilt at meta um langtíðar ávirkan ella avleiðingar. Teldilin gjørdist vanligur í føroyskum heimum, tá ið iPaddin hjá Apple kom í 2010. Tí mæla námsfrøðiligu ráðgevararnir eisini til at vit fylgja við í granskingini á økinum.

Vit røkka kortini langt við vanligum viti og skili og orðingini ‘alt við máta’.

- Støðan er ikki svørt og hvít, og vit mæla avgjørt ikki til, at foreldrini banna teldlum. Vit skulu fyrihalda okkum til hetta nýggja. Har eru fyrimunir og vansar, og tað er og verður ymiskt frá menniskja til menniskja, hvussu tað ávirkar. Eisini við børnum. Trupulleikin kann t.d. vera, at tú fært ov lítla rørslu. Tað kann ganga út yvir tað sosiala, serliga tá ið teldilin fær ov nógva rúmd. Tað er ikki teldilin, vit skulu óttast, men nýtsluna, sum fer út um mørk. Tí er tað umráðandi, at vaksin hjálpa barninum at steðga og skipa tíðina við teldlinum, sigur Maria Johannesen.

Set teg inn í spælið
Tí mæla námsfrøðiligu ráðgevararnir foreldrum til at seta seg inní, hvat børnini gera og spæla.

- Gev barninum ans, tá ið tað spælir á teldlinum. Nær er hóskandi at halda ein steðg? Steðga eitt nú, tá ið stigatalið er eitt ávíst, ella tá ið barnið kemur til eitt ávíst stað í spælinum. Nógv vaksin eru áhugaði í fótbólti. Tey høvdu ilskast, steðga vit dystinum miðskeiðis í einum hálvleiki, ella tá ið dysturin er í hæddini. Tað er umráðandi at steðga, men tú mást eisini royna at fara inn í teirra heim og síggja tað frá teirra sjónarhorni. Tað ger tað lættari at skipa tíðina við teldlinum, sigur Maria Johannesen.

Ovurnýtslan er ikki bara ein trupulleiki hjá børnum, tí nógv vaksin eru eisini nógv á teldlum og telefonum. Námsfrøðiligu ráðgevarnir leggja tó dent á, at foreldrini longu hava royndirnar, sum spæl og samvera uttan talgildar miðlar geva.

- Ábyrgdin er okkara, sigur Angela Petersen. Summi foreldur uppliva, at børnini leggja teldilin frá sær, tá ið tey verða biðin, men onnur børn gerast í øðini, tá ið teldilin verður tikin frá teimum. Tá mugu foreldrini seta seg inn í spælið og skilja, nær skilagott er at steðga, og so mugu vit tosa við barnið.

Trupul mynstur
Men trupulleikin kann eisini minna um onnur mynstur millum børn og foreldur. Tað er kanska ikki bara við teldlinum, at foreldrini ikki fáa børnini at steðga. Børn læra av at spegla sær í vaksnum og øðrum børnum, og sita foreldrini sjálv nógv við telefon ella teldli, er tað lætt hjá barninum at venja seg við hesa samveruna.

- Seta vaksin frammanundan ikki mørk, og gera tey sær ikki ómak at hava annað samband við børnini heima, og sita tey sjálv nógv framman fyri skíggjum, so læra børnini, at hetta er vanligt. Ofta er lættari at geva barninum teldilin enn at arbeiða við avbjóðingunum, sigur Angela Petersen

Orðaskiftið um teldlar skal kortini ikki romantisera hetta, at børnini skulu út og verða skitin, áðrenn tað er veruligt spæl. Spøl á teldlum og telefonum geva eisini nógva vitan og lærdóm. Men fram um alt er tað umráðandi, at vit tosa um nýtsluna og møguligu avbjóðingarnar og geva okkum far um, hvussu hetta kann ávirka børnini.

Góð ráð frá námsfrøðiligu ráðgevunum:
- Legg dent á barnsins tørv. Rørslu, sosiala menning og nærveru.
- Set teg inn í spælið hjá barninum. Nær passar tað best at steðga?
- Ver ein fyrimynd. Gev tær far um, hvussu nógv tú sjálv/ur situr við teldli og telefon.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo