Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Sunnudagin verður leikurin “Oyggin” framførdur. Tvær sýningar eru, ávikavist kl. 14.00 og 16.00. Framført verður í Atlantis í Klaksvík.

Tað hevur verið arbeitt støðugt við ymiskum aspektum av uppsetingini av leikinum síðan í januar 2018.

Í bólkinum eru 14 sera dugnalig ung, ið brenna fyri sjónleiki. Hesi hava sjálvi funnið uppá og skriva leikin, ið tey nú eru sera spent uppá at framføra.

Aldursspennið er sera vítt; yngsti limurin er 10 ár, meðan elsti er 16 ár.

Endamálið við dramabólkinum er at geva børnum og ungum møguleikan at arbeiða við leikskriving og leikuppseting og hetta á ein sjálvstøðugan hátt. 

Leikurin snýr seg um fólk, ið eru veðurføst á eini oyggj og ymiskt løgið byrjar at henda undir uppihaldinum.

Leikurin er ein skemtileikur og er í umleið 40 min. til longdar. 

Tað er ókeypis at koma til leikin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo