

Tað hevur fyri tað mesta verið friðarligt í býarlívinum hetta vikuskiftið.
Síðstu nátt var veðrið gott og nógv fólk var í býnum. Tað gekk fyri tað mesta væl fyri seg, tó vóru tveir mans so mikið ófólkaligir, at politiið valdi at geva teimum bót fyri brot á tilhaldsreglurnar á staðnum.
Okkurt smávegis ferðsluóhapp hevur verið, nú vegirnir hava verið so kaldir. Og eisini eru nøkur fá fólk tikin fyri at koyra bil ávirkaðir av rúsdrekka.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo