At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Open doors: Tað eru hugnívandi myndir, vit síggja úr Sýria og Turkalandi, ið fylla miðlarnar í hesum døgum. Fleiri túsund eru deyð, enn fleiri eru løstað og vorðin heimleys eftir jarðskjálvtan.

“Vit eru framvegis skelkað,” sigur Ibrahim Najjar, ein, ið arbeiðir saman við Open Doors í Aleppo. “Fólk hava mist heimið, handlar eru stongdir, og eingin matur er at fáa. Fólk líða.”

Fyri tey kristnu í umráðinum er jarðskjálvtin byrða oman á byrðu. Tey hava upplivað eitt áratíggju við kríggi og forfylging av Islamskum Stati. Nógv vóru við at fóta sær aftur og skapa eina nýggja tilveru – millum annað fingu tey hjálp frá teim 160 vónardeplunum, sum samverkafólk hjá Open Doors hava kring Sýria.

Av tí at vónardeplarnir eru virknir, merkir tað at Open Doors longu er til staðar í økinum og kann veita skjóta hjálp. Hundraðtals heimleys kristin og onnur hava søkt sær skjól í vónardeplunum (sí myndirnar).

Okkara samverkafólk eru útlúgvað, tí tey hava arbeitt út í eitt, síðani jarðskjálvtin rakti. Minnist tey í bønum tykkara.

Tað hevði glett okkum, um tú kundi hjálpt okkum at hjálpa teimum. Ein neyðhjálparpakki við mati, klæðum og teppi kostar 300 kr.

Stuðla við at flyta peningin á konto  6460 6058169 – viðmerk “jarðskjálvti”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo