At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vil gjarna fyrst av øllum gera púra greitt, at økið og umhvørvið, har sum Brandskúlin við Áir í dag liggur, skal brúkast til annað endamál. Tí er neyðugt at flyta Brandskúlan. Tað gevur tí ikki rættiliga meining, tá sagt verður, at Brandskúlin liggur væl, sum er , og at hann tí ikki skal flytast. Hann skal flytast aðrastaðni undir øllum umstøðum. Møguliga hevur hetta ikki verið nóg greitt, men vónandi er hetta greitt nú.

Longu í 2014 bleiv tosað um at flyta Brandskúlan og í 2019 blivu 300.000 kr settar av til flytingina. Orsøkin til flytingina er, at hvalastøðin við Áir, har brandskúlin nú liggur, skal gerast til eitt nýtt mentunarøki, sum so eisini er eitt gott ferðavinnumál fyri Føroyar. Ætlanin var, at hvalastøðin skuldi standa klár at vísa fram fyri ferðafólki í 2019, men enn er onki hent. Brandskúlin liggur framvegis í sama stað við Áir og hvalastøðin er ikki blivin nýggja ferðavinnumálið, sum ætlanin var.

Eg spurdi longu landstýriskvinnuna í undanfarnu samgongu um flytingina, men enn er onki hent. Tí helt eg tað vera uppá sítt pláss at seta núverandi landstýrismanni fyrispurning um tað sama. Tá peningur er settur av til eina verkætlan , vil eg gjarna hava, at okkurt hendir.

Nú fegnist eg um at hava fingið eitt ítøkiligt svar frá landstýrismanninum í mentamálum Jenis av Rana. Hann sigur, at samgongan ætlar at flyta brandskúlan til Klaksvíkar. Viðvíkjandi staðseting lokalt í Klaksvík verður samskift við Klaksvíkar Kommunu um ymsar møguleikar. Mest sannlíkt verður brandskúlin knýttur at Sjónámi. Kanningar skulu gerast um verandi útgerð á skúlanum við Áir skal flytast til Klaksvíkar, ella um nýggjur útbúnaður skal keypast.

Stúran fyri royki
Tað eru nógv sum av røttum eru ivasom um at hava ein brandskúla inni í bygdum øki, og tað er heilt náttúrligt. Ofta tá eg havi koyrt framvið brandskúlanum við Áir fer tjúkkur svartur roykur upp frá brandskúlanum, tá venjing er. Ongin ynskir hendan roykin inn ímillum hús, heldur ikki eg.

Tað verður tí stórur dentur lagdur á at sleppa undan slíkum royki í mest møguligan mun. Tað er í dag møguligt at hava stórsta partin av undirvísingini og venjingini innandura ì hølum gjørd til endamálið.

Eg síggi tí fyri mær, sæð í ljósinum av, at útviklingin koyrir við rúkandi ferð, at næmingar í framtíðini undir venjing verða settir í ein tykisveruleika. Tað er teldugjørdur ella telduskapaður veruleiki, har næmingar við teldu, serstøkum brillum og headsetti fáa kensluna av at vera í einum veruligum eldi. Møguligt er eisini at vera í serstøkum búna, sum harumframt skal geva næmingunum hita, kulda og trýstkenslu. Møguleikarnir eru nógvir og tað ræður um at finna tann mest hóskandi undirvísingarháttin.

Tað verða bara nakrar heilt fáar ferðir um árið, at neyðugt verður at vera úti og venja við rættiligum eldi, sum gevur royk. Her verður sjálvandi alneyðugt at finna eitt væl hóskandi pláss burtur frá bygdum øki og harumframt skal atlit takast til veður og vind og vindrætning fyri ikki at órógva fólk. Arbeitt verður eisini við at brúka evnir, sum geva minimalan royk. Nógvastaðni verður eisini gass brúkt til venjing fyri at sleppa undan royki.

So alt í alt er ikki neyðugt hjá fólki at stúra fyri royki. Kann til stuttleika minna fólk á, tá nýggja brennistøðin hjá IRF skuldi byggjast. Ongin vildi hava brennistøðina í teirra øki, tí roykurin var vandamikil. Tað eydnaðist so umsíðir at fáa brennistøðina bygda, har hon nú liggur á Hagaleitið í Leirvík. Teknikkurin gongur við rúkandi ferð og filtur, skorsteinar og annað blívur betri og betri allatíðina, og nú tosar ongin um skaðiligan royk hóast brent verður 24/7.

Mótsætt eini brennistøð, sum hóast alt roykur kemur frá, kann hugsast, at framtíðin verður í einum telduskaptum tykisveruleika har als ongin roykur verður, burtursæð frá teimum fáu ferðunum har neyðugt verður at fara út og venja við veruligum eldi.

Mín vón er, at brandskúlin við Áir verður fluttur sum skjótast, so økið har kann brúkast til tað sum ætlanin er , og at ætlanin um at flyta Brandskúlan til Klaksvíkar verður gjøgnumførd.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo