Brasilianarar skulu í dag velja, um vinstravendi forsetin Luiz Inácio Lula da Silva skal halda fram, ella um høgravendi senatorurin Flávio Bolsonaro skal taka við.
Í fyrra valumfari 4. oktober fekk Bolsonaro 47 prosent av atkvøðunum, meðan Lula fekk 45 prosent. Eingin fekk sostatt neyðuga meirilutan, og tí skulu teir báðir nú møtast í einum avgerandi endavali.
Veljarakanningarnar benda á eitt sera javnt val. Í einari kanning hjá Datafolha, almannakunngjørd 22. oktober, stóðu teir báðir javnir við 50 prosentum hvør.
80 ára gamli Lula roynir at vinna sítt fjórða forsetaskeið. Hann var forseti frá 2003 til 2010 og kom aftur til valdið í 2023, eftir at hava vunnið á Jair Bolsonaro. Lula leggur dent á síni úrslit í stríðnum móti fátækradømi, men høgir livikostnaðir, rentur og stúran um ríkisfíggjarmálini hava givið mótstøðuni vind í seglini.
45 ára gamli Flávio Bolsonaro er sonur Jair Bolsonaro, sum situr fongslaður við einum dómi á 27 ár fyri at hava lagt ætlanir um statskvett eftir tapið í 2022. Sonurin hevur lovað at arbeiða fyri at fáa pápan leyslatnan.
Flávio Bolsonaro vil skerja almennar útreiðslur, herða stríðið móti skipaðum kriminaliteti og knýta Brasil tættari at USA undir Donald Trump. Lula leggur hinvegin dent á sosialar skipanir og verju av Amazonas-regnskóginum.
Valluttøkan kann gerast avgerandi. Fleiri enn 33 milliónir av teimum nærum 160 milliónum skrásettu veljarunum vóru ikki á vali í fyrra umfari. Báðir partar royna tí at fáa hesar veljararnar avstað hesaferð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



