Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tá ið menniskjan er til umrøðu, eru mong ymisk atlit at taka. Skilagott at geva sær stundir, áðrenn niðurstøðan og úrskurðurin verða søgd. Eitt menniskja er meira enn tað, tað tykist at vera. Hon er óendaliga virðismikil, og einki menniskja er virðisleyst.

Vert er at staðfesta, at mannalívið til tíðir er ein avbjóðing. Vit mega ikki fara lætt um tær avbjóðingar, ið fylgja lívinum sum ein afturvendandi skuggi. Onkuntíð er sjálvt lívið avbjóðingin, og alt tykist møtimikið.

Sæð út frá einum kristnum sjónarhorni er tað umráðandi at vísa á møguleikarnar heldur enn at dvølja við avbjóðingar og forðingar. Vit mega tora at fara inn í tilveruna heldur enn at flýggja frá henni. Eitt munagott ískoyti til hjálpsemi er at vera medmenniskja og hjástaddur í nærleika saman við teimum, ið hava tað svárt og líða.

Tað er umráðandi at fata ella síggja ta einstaka menniskjað sum eina heild ella eina samlaða veru. Nøkur fá heit orð ella ein menniskjanslig fatan eru mikið betri enn langar torførar greiningar.

At greina eina avbjóðing ella sjúku er neyðugt, men niðurstøðan hevur mangan eina frástøðu til sjálvt menniskjað. Okkum tørvar meira enn uppskriftir til batar og góðsku. Okkum tørvar ítøkiliga handling í verki og heit hjørtu, ið útinna batan og eru hjástødd í løtum og døgum.

Vit skulu valla gera øll viðurskifti andalig. Vit kristnu mega duga at vera trúgvandi og samstundis hugsandi, klók og vísindalig fólk. Tað er als eingin orsøk til, at fávitskan fær fastatøkur.

Hinvegin eiga vit nakað í trúnni á Jesus, ið ikki einans er gott afturat. Trúgvin á Jesus er til tíðir eitt hav av friði og ein kelda við heitari orku. Guðs orð økir um okkara førleikar at meta um og taka avgerðir í øllum málum, ið nema menniskjað, trivna og vælveru.

Onkuntíð hugsa vit um tey, ið bera brek. Tey, ið bera brek, eru mikið meira enn brekið. Tey eru í sjálvum sær virðismikil uttan mun til, hvat tey megna at avrika. Í fyrilestrum tosa vit um aktivar og passivar dygdir. Vit umrøða aktiv og passiv lívsvirðir. Andaliga tala er menniskjan Guðs skapningur.

Onkuntíð hugsa vit um tey, ið fáa eina eina nágreining, ið verður stytt til nakrar bókstavir, ið boða frá likamligum avbjóðingum og sinnisligari órógv og ójavnvág.

Onkuntíð hugsa vit um okkum sjálvi, ið vera mett frísk og vælvirkandi. Er tað sætt, at eisini í okkara egna lívi eru løtur við avbjóðingum? Eru knútar, ið eru torførir at loysa? Eru tað lekt sár, ið brádliga støkka uppaftur at bløða?

Tað vakrasta í mínum lívi eru løturnar, har trupulleikar og avbjóðingar eina stund fáa loyvi at liggja í friði og náðum. Ístaðin fyri rokmikla hugsan og tráan eftir einum endaligum svari, ið er sannleikin, stíga vit inn inn í løtuna, ið er sonn, og eru til staðar sum medmenniskju.

Sannleikin er altíð ítøkiligur. Tað ræður um at vera, vera til staðar í løtuni hjástaddur.

Tá ið vit hugsa, ætla og miðja fram ímóti eru vit í besta føri ávegis ímóti sannleikanum. Sannleikin er, og tað ið verður er í besta føri ávegis fram ímóti málinum.

Tað vakrasta í mínum lívi er at síggja børnini trívast og mennast. Síggja abbabørnini hava góðar løtur í spæli, meðan tey læra og gera framstig í heimi og skúla. At uppliva ein ríkan gerandisdag saman við børnunum og teirra.

Tað vakrasta, ið eg havi sæð, liggur uttanfyri okkara hús og matrikulnummar. Eg havi sæð abbar og ommur taka ábyrgd í kærleika og nærveru, tá ið børn teirra fingu børn, ið onkursvegna bóru brek.

At seta alt til síðis og hjálpa børnunum, so avbjóðingin eftir nakrar dagar fer frá at vera ein avbjóðing til eina dýrabara gávu við møguleikum. Tað er avbera vakurt at síggja og uppliva.

Havi í Sjónvarpinum og teimum loftbornu miðlunum sæð eina unga kvinnu. Havi hitt hana á máli á OKKARA LEGU, ið leguhúsini Zarepta og Nesvík skipa fyri. Nevnda kvinnan hevur gjørt foreldrini og systkini rík. Hon hevur gjørt Runavíkina og Føroyar ríkari. Hon hevur lært okkum almikið og staðfest, at lívið á ungum aldri er lívið vert hóast avbjóðingar.

Verkstaðið Stíggin er eitt gott og livandi arbeiðspláss. Arbeiðsfólkini lata væl at, og tað er eitt gott tekin og eitt gott skotsmál.

Nøgdsemi og gleði eru gróðursett í Guðs ríki, og tey vaksa innanífrá í menniskjans hjørtum. Kærleiki, umsorgan, friður og vælvera.

Vit takka fyri alt tað góða, ið almanna- og heilsuverki varða av, hóast ikki alt er fulltikið.

Tað allar vakrasta, ið eg havi upplivað, er at síggja Guðs kærleika í Jesusi Kristi virknan í verki millum menniskju. Kærleikin virkin í Jesu navni og øðrum til nyttuna. Amen.

Orðið: “Og ikki ein teirra (spurvur) fellur til jarðar uttan faðir tykkara.” (Matt 10,29).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo