Vápnið nevnist DragonFire, sum fyri knappar 90 krónur per skot fær skotið niður dronur og rakettir og sum eftir ætlan verður sett umborð á bretsk herskip í 2027, skrivar TV 2.
Men sambært bretska verjumálaráðharranum, Grant Shapps, verður nú arbeitt við at senda frumsnið av "slóðbrótandi" vápninum til Ukraina uppaftur fyrr.
- Eg eri heilt vísur í, at hetta, sum vit gera nú, er á einum støði, sum onnur lond neyvan fara at kopiera, tí skipanin er so slóðbrótandi, sigur hann sambært The Telegraph.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo