Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates
Innlendis ítróttur

Bridgesambandið: Fýra dystir í kappingin at finna føroyameistarar fyri lið í bridge kappingarárið 2026-27 verða leiktir hetta vikuskifti. Undan dystunum hetta vikuskifti var støðan tann, at liðið hjá Símuni Lassaberg lá á odda við 67,23 stigum, meðan liðið Rinkuhúsini høvdu 60,73 stig og Byggitilfar lá á triðja plássi við 58,92 stigum.

Eftir at tveir dystir eru spældir, liggur liðið hjá Símuni Lassaberg framvegis á odda við 101,01 stigum. Tó er munurin millum oddaliðið og Rinkuhúsini tódnaður niður í nærum einki – einans 0,90 stig eru á muni millum liðini. Á triðja plássi liggur liðið Byggitilfar við 93,67 stigum.

Tað eru í alt 8 lið sum dystast um føroyameistaraheitið og kappingin endar í apríl 2027. Íalt verða 14 dystir leiktir og tað eru átta dystir eftir at spæla.

Meiri kann lesast um úrslitini inni á heimasíðuni hjá Bridgesambandinum HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #