40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Brim Boats hevur gjørt sáttmála við P/F Bakkafrost Farming um tríggjar skjóttgangandi arbeiðsbátar, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Bátarnir eru av slagnum Seawolf 825 Cabin.

Tá ið hesir nýggju arbeiðsbátarnir eru handaðir Bakkafrost, eru fimm bátar frá Brim Boats í flotanum hjá Bakkafrost, verður sagt.

- Vit í Brim Boats er sera fegnir, um at Bakkafrost hevur valt og er væl nøgt við okkara bátar, til teirra brúk, sigur Brim Boats.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo