Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin L. King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Badmintonsambandið: Hálvfinalan gjørdist endaplássið hjá landsliðsleikarunum Miriam í Grótinum (HBF) og Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF) í luttøku teirra í Yonex Finnish International 2024. Kappingin er góðkend av Badminton World Federation sum partur av teirra sonevndu Future Series.

Í hálvfinaluni møttu føroyska kvinnuparið yvirvøldini í einum sera sterkum pari úr Avstralia, har tann eina er fødd í Japan í 1996 og hevur vunnið nógv gull heiðursmerkir í altjóða kappingum áður. Avstralska parið er nummar 185 á støðulistanum hjá BWF, har Miriam og Bjarnhild vóru nummar 614 áðrenn hesa kappingina. Avstralska parið vann hálvfinaluna í tveimum settum 21-12, 21-7.

At luttaka regluliga í altjóða góðkendu kappingunum hjá BWF er lutfalsliga nýtt hjá føroyskum badmintonleikarum. Og hetta er soleiðis fyrstu ferð, at føroyskir leikarar enda í Topp 3.

BSF ynskir tykkum hjartaliga til lukku við góðu úrslitunum!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo