Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til § 52 a fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um økta rúskoyring seinastu árini

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað vísir seg, at tølini fyri tey, sum verða tikin fyri rúskoyring, eru hækkað munandi seinastu árini - serliga í yngra endanum?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta átøk í verk fyri at broyta hesa gongdina?

Svar til spurning 1
Á aðalfundi hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í apríl varð kunnað um vaksandi trupulleikan við rúskoyring. Rúskoyring umfatar bæði koyring, har førarin er ávirkaður av rúsdrekka, og har førarin er ávirkaður av rúsevnum, ikki fyriskrivaðum heilivági o.tíl.

Rúskoyring verður sum heild ikki góðtikin í dagsins samfelagi. Hetta er úrslit av m.a. áhaldandi rúsátøkum og løgreglueftirliti, men serliga broytingin í promillumarkinum hevur broytt nógv á økinum.

Tó síggja vit nú tíverri eitt mótrák. Tølini fyri rúskoyring eru hækkað nógv seinastu fáu árini. Ikki einans í Føroyum, men eisini í londunum kring okkum.

Hetta er nakað, sum vit, bæði avvarðandi myndugleikar og samfelagið sum heild, eiga at taka í størsta álvara, og eiga vit at seta tiltøk í verk fyri at fáa gongdina á beint aftur.

Svar til spurning 2
Tað er ongin skjót loysn á hesum álvarsliga trupulleika. Ein hugburðsbroyting skal heilt víst til, og við at seta miðvíst inn við eitt nú upplýsing, røkka vit longst. Her er Ráðið fyri

Ferðslutrygd ein týdningarmikil samstarvspartur, umframt at “Ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar 2019-27” eisini er ein týðandi táttur, tá arbeiðið skal leggjast til rættis. Fyri fokusøkið “rúskoyring” í Ferðslutrygdarætlanini eru tvey deilmál og 11 tilmæli.

Deilmálini eru, at talið av ferðsluvanlukkum við rúsdrekka/rúsevnum skal vera 30% lægri í 2027 í mun til tølini frá 2018, og at hugburðurin hjá føroyingum til rúsdrekka- og rúsevnakoyring skal fylgjast við framhaldandi hugburðskanningum.

Ætlanin er eisini at endurskoða ásetingarnar í Ferðslulógini um rúsdrekkakoyring, frádøming og revsing. Um ein førari av einum akfari verður steðgaður við 0,2-0,5 í promillu, gevur hetta eina treytaða frádøming av førararættinum. Hetta kundi verið broytt til treytaleysa frádøming, eins og tað ger, tá promillan er yvir 0,5.

Fær ein førari undir útbúgving bót fyri brot á ferðslulógina, fær hann avsláttur, og bótin fer niður í helvt. Henda avsláttarskipan verður nú endurskoðað.

Leggjast kann afturat, at í næstum verða broytingar í Ferðslulógini sendar í almenna hoyring. Ein av ætlaðu broytingunum er kravið um luttøku á R/F-skeiði (skeið í rúsdrekka og ferðslu). Í dag eru tað bert fólk, ið missa koyrirættin vegna rúsdrekkakoyring, sum skulu luttaka á hesum skeiði, áðrenn tey kunnu taka koyrikortið aftur. Ætlaða broytingin hevur við sær, at skeiðið verður víðkað til eisini at fevna um fólk, sum hava mist koyrirættin vegna rúskoyring. Hetta loysir tó ikki verandi trupulleika, men kann vera við til at forða fyri, at slíkt hendir aftur.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo