Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikarafelag: Í góðum samstarvi við stýrið fyri Spinnaríið, flytur sjónleikarafelagið nú á loftið í Spinnarínum. Seinastu árini hevur sjónleikarafelagið annars húsast í kjallaranum í gomlu brandstøðini – hølir, sum hava verið sera óhóskandi til leikir.

At flyta inn í Spinnaríið er ein stór broyting fyri felagið – í rúmd, men eisini í anda. Av tí at uppgávan at menna og reka eitt áhugafelag er ein heilt onnur, enn at spæla sjónleik av reinum áhuga, eru tí eisini broytingar í sjálvari nevndini hjá felagnum.

Á seinasta aðalfundi, legði táverandi nevnd fram, at hon legði frá sær, og skeyt samstundis fimm fólk upp, at taka við sum administrativ nevnd.  Hetta eru øll fólk, ið á ein ella annan hátt hava ella hava havt tilknýti til sjónleik.

Umframt at hetta eru dugnaligir leiðarar, bæði fyri øðrum menniskjum, eins og kreativum og tekniskum gongdum. Hetta uppskotið varð einmælt samtykt.

Við at seta eina administrativa nevnd at reka og menna felagið, setur tað samstundis kreativu orkuna fría, soleiðis at klaksvíkingar og Føroya fólk kunnu njóta gott av enn meira spennandi sjónleikaravirksemi frá Klaksvíkar sjónleikarafelag.

Longu nú eru nakrir av okkara sjónleikarum ígongd við at fyrireika Norðoyastevnuteitið, sum hesuferð hevur fingið heitið: Vælkomin til Varpvíkar!

Fyri at geva sjónleikarum og sjónleikaáhugaum bestu umstøður at virka undir, verður tí skipað fyri lima- og ruddingardegi komandi leygardag 20.maj.

Kom í Spinnaríið kl.09 til kl.14 !

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo