Svar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, upp á skrivligan fyrispurning nr. 52068/2026 frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, um gjøldini í Eysturoyartunlinum
Spurningar:
1. Nær kann roknast við, at kostnaðurin fyri at koyra í Eysturoyartunlinum lækkar?
2. Um leiðslan fyri tunnilin ikki sjálvboðin setir kostnaðin niður, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fáa tað í lag?
Svarað verður undir einum
Í øllum undirsjóvartunlunum hevur landskassin fíggjað ein part av íløguni og brúkaragjøldini ein part. Harumframt hava brúkaragjøldini fíggjað raksturin. Tá ráð hava verið til tess, hava tunnilsfeløgini lækkað brúkaragjøldini.
Landskassin hevur sett 400 mió. kr. í partapeningi í P/F Eystur- og Sandoyartunlar og hevur harumframt latið felagnum 7 mió. kr. árliga í ferðslustuðli síðani 2022 og aðrar 10 mió. kr. árliga í rakstrarstuðli síðani 2024.
Eisini er ferðsluveðhald, har landskassin rindar tað, sum restar í, um inntøkurnar frá brúkaragjøldum ikki røkka til rakstur og at gjalda aftur lán.
Brúkaragjøldini skulu tó ikki vera hægri enn neyðugt til rakstur og viðlíkahald, umframt at gjalda niður skuld sambært lánsavtaluni.
Í løgtingsfíggjarlógini fyri 2027, sum verður viðgjørd í Løgtinginum, verður mett, at útreiðslur fara ikki at standast av ferðsluveðhaldinum í 2027. Harafturat er raksturin so mikið góður, at stuðulin til tunnilsfelagið kann lækkast úr 10 mió. kr. niður í 5 mió. kr. Heldur gongdin fram, eru útlit fyri, at landskassin ikki longur fer at hava beinleiðis útreiðslur av P/F Eystur- og Sandoyartunlum.
Ferðslan í tunlunum, sum at byrja við var lægri enn væntað, tykist nú alsamt at økjast, og halda inntøkurnar á at vaksa, verður grundarlag sannlíkt fyri at lækka brúkaragjøldini.
Tað kann sjálvandi eisini vera skilagott, at felagið hevur eina ávísa konsolidering til óvæntaðar útreiðslur, og annars til at standa ímóti við, um inntøkurnar minka eina tíð.
Umráðandi er kortini at minnast til, at afturgjaldstíðin á láninum í tunlunum er rættiliga stutt, tá hugsað verður um væntaðu livitíðina hjá tunlunum við skynsomum viðlíkahaldi.
Hjá mær er tí eingin ivi um, at brúkaragjøldini eiga at lækka, so skjótt fíggjarligt rásarúm er fyri tí.
Vit vita, at prísir ávirka ferðsluna í tunlunum, og tað er eingin ivi um, at samfelagsbúskaparliga er tað mest gagnligt, at prísirnir eru so lágir sum gjørligt, samstundis sum tunlarnir verða brúktir so nógv sum til ber.
Vinnumálaráðið, 21. oktober 2026
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



