Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak
Vinna

Vinnuhúsið: Í farnu viku skipaði Handilsvinnufelagið fyri einum limatiltaki, har Brúkaraumboðið var á vitjan. Áhugin var stórur, og nógvir limir møttu upp.

Rannvá Sólheim, Brúkaraumboð, greiddi frá reglunum fyri elektronisk gávukort, tilboð og sølufremjandi átøk – økir, sum ofta skapa spurningar í vinnuni.

Hon vísti millum annað á, hvussu fyritøkur skulu kunna um gildistíð og treytir á gávukortum, og hvørjar reglur eru galdandi, tá ið tilboð og sølufremjandi átøk verða lýst.

Luttakararnir fingu høvi at seta spurningar og deila egnar royndir, og tiltakið gav bæði gott yvirlit og gagnligar leiðbeiningar til dagliga virksemið.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #