Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eitt minni ísfiskalínuskip er til fiskarí udnir Føroyum. Tað fiskar mest hýsu og tosk og landar helst fyrst í vikuni sum kemur. Frystilínuskipini fiska í føroyskum sjógvi, tey fáa ein blanding av toski, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum. 

Tað sigur Fiskamarknaðurin í seinastu metingini.

Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðrið verður umskiftandi, so roknað verður ikki við nógvum útróðri. Teir størri útróðrabátarnir koma helst at gera nakrar túrar. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Ein liggur við bryggju.

Flestu pørini eru til fiskarí og koma fleiri at landa í vikuni. Tey flestu fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu, men fiskaríið er smáligt.

Tríggir trolbátar eru á Skeivabanka og fiska mest av havtasku. Allir landa í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo