Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og svartkalva. Fýra frystilínuskip eru á ella ávegis til Flemish Kap. Tvey fiska við Føroyar. Tey sum fiska við Føroyar fáa mest av longu og brosmu, meðan tey á Flemish Kap fáa tosk.

Tað skrivar Fiskamarknaður Føroya í síni seinastu meting.

Streymurin er brúkiligur til útróður og veðrið verður hampuligt, so roknað verðu við nakað av útróðri, men fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa.

Tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva og landa helst síðst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva í bretskum sjógvi og ein er í føroyskum sjógvi.

Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, eitt par er á Íslandsrygginum og fiskar tosk og so eru tvey pør á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.

Tveir trolbátar eru á landleiðini og fiska flatfisk og so nakað av toski og hýsu. Báðir landa í vikuni. Helst fer onkur afturat út um vikuskiftið.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo