Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Eitt ísfiskalínuskip kemur at landa mánadagin. Hitt liggur við bryggju. Tvey frystilínuskip fiska við Ísland og seks eru á landgrunninum. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Streymurin verður brúkiligur, men veðrið verður ikki av tí besta, so tí vænta vit ikki nógvan útróður.

Allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, men fara út tá veðrið batnar.

Trý pør eru til fiskarí og koma væntandi tey flestu at landa í vikuni. Fiskaríið er misjavnt. Helst fara nøkur pør út, tá veðrið batnar.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Bæði svartkalvaskipini landa í vikuni, men tann sum fiskar havtasku landar neyvan í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo