Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Fyri akkurát 1 ári síðani gjørdi eg vart við, at Sørvágs kommuna hevði tveitt gamalt graslíki niðri á sandinum. Tá borgarstjórin varð spurd um hetta, svaraði hon, at tað ikki var tveitt har; men at tað helst var komið "inn við sjóganginum".

 Sjá leinki Kvf.07.10.2019

- Eitt er, at man dálkar, har fólk kunnu síggja tað - tað er straks verri, tá dálkingin fer fram, har fá ella eingin leggur tað til merkis, skrivar Jens-Kjeld Jensen á síni heimasíðu.

- Hyggur man eftir myndakortinum hjá kortal.fo og leitar fram økið við vatnbrunnarnar hjá Sørvágs kommunu, sum liggja við endan av Húsadalsvegi, sær man einar 10–12 gamlar rullur av graslíki, sum eftir øllum at døma skulu tyrvast á staðnum undir øðrum óruddi og gróti?

- Sum skilst, hoyrir kortal.fo undir Umhvørvisstovuna, so tað er meira enn ótrúligt, at eingin á stovninum hevur ressast við av at síggja myndirnar av staðnum.

- Ólógliga tyrvingarplássið við vatnbrunnarnir liggur í umleið 90 metra hædd, so hóast vit ofta hava vánaligt veður, ber tað í hesum førinum ikki rættiliga til at umbera seg við, at rullurnar "helst eru komnar inn við sjógangi", skrivar Jens-Kjeld Jensen.

E.S. Graslíki, sum man royndi at ”tyrva” á parkeringsplássinum, liggur har enn, og Umhvørvisstovan, sum annars hevur eftirlitsskyldu við kommununum, vendir blinda eygað til, so sjálvandi ger onkur kommuna sær dælt av tí, og roynir at tyrva, sum best ber til, fyri at spara pening. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu lítla virðing nøkur hava fyri náttúruni...

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo