Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eins og ymisku fløskuseljarir við nýggju pantiskipanini verða álagdir at taka ímóti fløskusløgunum hjá hinum ið selja fløskur, eiga bilasølurnar sum bert liva av at innflyta nýggjari brúktar bilar sum enn eru undir fabriksgarantiði, eisini at lutaka í arbeiðinum/kostnaði av at gera hesi garanti arbeiði.

Tað er sjálvandi ikki rætt, at tað ber til hjá brúktbila innflytarum, bert at skúma fløtan uttan ábyrd. Og er tað júst tað hesi gera í dag, tí sum nógvum okkum er kunnugt er alt garantiarbeiði av nýggjum bilum ein vánaligur handil fyri bilasølurnar, men ber hetta einans til hjá bilasølunum ið selja nýggjar bilar, tí við hesum tera tey av vinninginum av at selja nýggja bilin.

Bogi í Gil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo