Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Svar til skrivligan fyrispurning nr. SS-016/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um eftirsleipið av vegakervinum

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir pengar verða kravdir inn árliga í Føroyum gjøgnum vektavgjald og vegskatt?

2. Varð hetta gjaldið ikki upprunaliga ætlað til m.a. viðlíkahald av vegakervinum?

3. Hvussu nógvir pengar eru settir av árliga seinastu trý árini til viðlíkahald av vegakervinum?

4. Hvussu stórt er eftirsleipið í krónum og oyrum av vegakervinum í Føroyum?

5. Hvar eru størstu avbjóðingarnar á vegakervinum í dag, og hvar eru dýrastu viðlíkahaldsíløgurnar, sum liggja fyri framman?

6. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við avbjóðingina?

7. Hvussu er støðan við vegakervinum í Vágum, og hvørjar íløgur skulu gerast har í næstum?

Svar til spurning 1
Inntøkur landskassans á høvuðskonto fyri vegskatt hevur seinastu 3 árini verið knappar 140 mió. kr. í miðal um árið. Í 1997 var inntøkan 31 mió. kr.. Sambært hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni vóru í 1990 áleið 14.000 persónbilar. Í ár eru áleið 28.000 persónbilar í Føroyum.

Svar til spurning 2
Sambært Landsverki, vóru inntøkurnar frá vegskatti av fyrstan tíð brúktar beinleiðis til at viðlíkahalda landsvegakervið. Hetta var mannagongdin í 50- árunum og til umleið miðskeiðis í 70- árunum. Tá broyttist gjaldið til at vera eitt generelt gjald, ið fór beinleiðis í landskassan.

Svar til spurning 3
Tað hava í miðal um árið verið brúktar 47 mió. kr. til at viðlíkahalda og reka vegakervið seinastu 3 árini. Eitt nú hevur vetrarhaldið kostað 14,7 mió. kr. í miðal um árið hesi árini. Innan landsvegagerð eru harumframt 8 mió. kr. játtaðar til at dagføra brýr og tunnlar, og 7,7 mió. kr. eru játtaðar til trygdartiltøk, ábøtur og umvælingar.

Sambært Landsverki var játtanin í 1990 68 mió. kr.. Játtanin er 45 mió. kr í 2022.

Svar til spurning 4
Samlaða eftirsleipið á landsvegakervinum verður í Samferðsluætlanini fyri 2018- 2030 mett til at verða 375 mió. kr. Av hesum er eftirsleipið innan tunlar 150 mió. kr., brúm 25 mió. kr., asfalt 100 mió. kr., og eftirsleipið innan bilverjur, vegjaðarar, veitir, dren og skeltir og annað er umleið 100 mió. kr.

Landsverk er nú farið undir at meta um eftirsleipið av nýggjum. Hetta arbeiðið er ikki liðugt, men tað er sannlíkt, at nýggja metingin verður hægri.

Av tí at eftirsleipið er vorðið so stórt, er tað ikki møguligt at fáa tað burtur eftir fáum árum. Landsverk metir, at eitt realistiskt mál kundi verið, at ein ætlan varð gjørd fyri at fáa aftur eftirsleipið yvir eitt tíggjuára tíðarskeið, har 25 mió. kr. vórðu játtaðar fyrsta árið og síðani umleið 50 mió. kr. árliga næstu árini.

Tað er eisini umráðandi at játtanin til vanliga landsvegahaldið hjá Landsverki eisini verður hækkað, soleiðis at Landsverk klárar leypandi rakstrar- og viðlíkahaldstørvin. Játtanin er í løtuni umleið 45 mió. kr., men hon átti sambært Landsverki at verið eini 90 mió. kr..

Svar til spurning 5
Tað eru avbjóðingar innan alt vegakervið. Tað er ikki lætt at taka støðu til, hvat skal raðfestast fremst.

Landsverk hevur víst á, at eftirsleipið á tunlum og brúm er stórt, og kann vandi verða fyri, at til dømis ein brúgv ikki heldur.

Eftirsleipið innan asfaltering er eisini stórt, men tað gongur kanska ikki líka nógv út yvir trygdina í fyrsta umfari. Um holini á asfaltinum verða stór og djúp, kann tað sjálvandi eisini til seinast fáa avleiðingar fyri trygdina, har fólk kunnu missa harradømi á bilinum.

Svar til spurning 6
Tá spurt verður, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera við málið um eftirsleipið av vegakervinum, er at siga, at tað er ein spurningur um játtan, og vónar landsstýrismaðurin, at semja kann fáast um eina langtíðarætlan fyri at dagføra vegakervið.

Svar til spurning 7
Vegakervið á Vágoynni er á sama støði sum í restina av landinum. Brýr, tunlar og vegir á Vágoynni treingja til bráfeingis viðlíkahald. Í ár eru játtaðar 4 mió. kr. til at betra um vegakervið á oynni. Ætlanin er, at játtanin verður brúkt til eitt nú at asfaltera vegin inni í Sørvági, sum er illa farin.

Tinganes, 6. mai 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo