At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Høvuðstølini í tjóðarroknskapinum eru á fyrsta sinni gjørd upp í føstum prísum. Tað ber sostatt til at máta realvøksturin í føroyska búskapinum og sammeta hann við gongdina í búskapin í øðrum londum frá 2009 fram til 2021.

Nú bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til hvussu prísgongdin er. Mátið fyri realan búskaparvøkstur er árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum.

Reali búskaparvøksturin var 5,6 prosent í 2021 og 2,6 prosent í miðal frá 2008 til 2021.

Stórur búskaparvøkstur eftir fíggjarkreppuna
Eins og í fleiri øðrum londum var føroyski búskapurin fyri realari afturgongd í 2009 og 2010.

Í 2011 vendist afturgongdin til stóra framgongd. Árligi realvøksturin var millum sløk fýra og sjey prosent fram til 2014. Búskaparvøksturin var linari árini 2015 og 2016, tá realvøksturin í BTÚ lá um eitt og hálvt annað prosent. 

Í 2017 og 2018 var árligi búskaparvøksturin millum hálvt triðja og hálvt fjórða prosent. Stórur búskaparvøkstur var aftur at síggja í 2019. Tá var realvøksturin fimm prosent. 

Koronufarsóttin ávirkaði árið 2020, tá búskapurin var fyri afturgongd, men hann fótaði sær í 2021. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo